H71 skal standa sína roynd

Hondbóltur - Í morgin vitjar Neistin í Hoyvíkshøllini. H71 er nummar trý undan dystinum

Aftaná eina keðiliga byrjan við tveimum ósigrum upp í slag, hevur H71 spakuliga otað seg nærri odd­inum. Nú eru hoyvíkingar nummar trý.
Í morgin vitjar Neistin í Hoy­vík. Tað verður sanniliga ein styrki­roynd hjá hoyvíkingum, sum við ein­um sigri kunnu fáa spenning í aftur kappingina millum ovastu lið­ini, ið Neistin og KÍF hava verið á sein­astu vikurnarn.

Team Klaksvík aftur
Team Klaksvík fær vitjan av koll­firðingum í morgin.
Klaksvíkingar hava tapt stórt og sannførandi í øllum lands­kapp­ingardystunum higartil, og tað er millum lítið og einki sum bendir á, at teir brádliga fær at stjala stig frá KÍF.
Sunnudagin spæla Kyndil og VÍF í Havn.