Atlantic Airways-kappingin
Hetta varð enn einaferð undirstrikað, tá H71 vitjaði hjá Neistanum mikukvøldið. Fyrr í heyst hava hoyvíkingarnir vunnið tryggan sigur á Neistanum, og heldur ikki hesaferð var nakar serligur ivi um útfallið.
At kalla allan dystin øktu hoyvíkingarnir stútt og støðugt um leiðsluna, soleiðis at Neistin í roynd og veru ongan tíð var serliga nær við at skapa spenning av nøkrum slag. Einasti Neista-maðurin, sum tað veruliga glógvaði í, var Blagoje Buha, men einsamallur kundi hann ikki gera tað heilt stóra kortini.
Við sigrinum mundu hoyvíkingarnir enn einaferð staðfesta, at teir skulu takast í fullum álvara í ár. At liðið ikki longur bara er eitt upplop, sum við hvørt hevur hug at hótta tey stóru, men sum kortini fellur niður aftur, sum kappingin líður.
Sjálvandi kunnu teir enn tað, nú kappingin er komin somikið stutt, men avrikini hava í nógvum førum verið somikið sannførandi í ár, at talan í veruleikanum hevur verið um klassamun.
Higartil eru teir eisini einasta liðið, sum hevur tikið stig frá grøna oddaliðnum, og spurningurin tykist í løtuni vera, hvørt H71 ikki er fremsti avbjóðarin til oddasessin. Á stigatalvuni eru teir tað í øllum førum. Um teir eisini eru tað í veruleikanum, fæst helst at vita leygardagin, tá júst Kyndil og H71 bresta saman í høllini á Hálsi í Havn.
Fakta um dystin
Neistin-H71 24-38 (11-19)
Málskjúttar
Neistin: Blagoje Buha 14(3), Áki Mørk 4, Tróndur Kragesteen 2, Dann Thorleifsson 2, Bogi Berg 1, Karl Odmar Rasmussen 1
H71: Niels Viggo Niclasen 9, Tróndur Vatnhamar 8(1), Heini Bendtsen 6, Jakob Jónson 4, Halgir Dahl Olesen 4(1), Johnny Durhuus 4, Sigtór Andreasen 2, Olaf Vesturgarð 1
Brotskøst: Neistin 3, H71 3
Útvísingar: Neistin 3, H71 3
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen.