H71-StÍF 20-26 (9-13) - Hoyr dystarendan og samrøður (FM1)

(FM1) Hoyr Lív S. Poulsen hjá StÍF og Mariu H. Weyhe hjá H71 seta orð á samlaða tepra 48-47 hálvfinalusigurin hjá H71

##med2##

Tað gekk akkurát samlað hjá H71-kvinnum. Tær vunnu í Faxe Kondi kappingini ein samlaðan 48-47 hálvfinalusigur á StÍF aftaná StÍF vann 26-20 á H71 í Hoyvíkshøllini í kvøld. Í steðginum var StÍF á odda 13-9. Tað reið um snarið hjá hoyvíkskvinnum, men tær komu á mál aftaná tógvið stríð.

H71 vann fyrru hálvfinaluna í høllini á Skála 28-21, og tað gjørdist samlaða bjargingin hjá H71. 

H71 møtir samlaða vinnaranum av hálvfinalunum millum Kyndil og Neistan. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum seinastu minuttunum av dystinum í Hoyvíkshøllini.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Lív S. Poulsen, ið fekk sín fyrsta dyst fyri StÍF hetta kappingarárið. Lív harmast, at tað ikki bar á mál hjá StÍF, men persónliga er hon glað fyri at sleppa at spæla hondbólt aftur aftaná at hava vera sperrað frá at sleppa at spæla.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Mariu H. Weyhe hjá H71, ið ikki er nøgd við leikliga avrikið hjá H71 í kvøld, men er sera lætt um samlaða útfallið, og hann fegnast eisini um, at H71 megnaði at stríðast fyri hálvfinaluplássinum, og tað bar á mál. 

(H71-StÍF 20-26 (9-13). Dystarendin og samrøður við Lív S. Poulsen og Mariu H. Weyhe)