H71 tapti seinna dystin móti Partizan við fimm málum

H71 var bert aftanfyri við einum máli í steðginum

Mansliðið hjá H71 hevði í dag ein torføran arbeiðssetning at vinna seg víðari móti sterka serbiska liðnum, Partizan Beograd í Europa Cup kappingini.

 

H71 tapti fyrra dystin fyri Partizan 21-27 (11-14), og tí máttu hoyvíkingar vinna við sjey málum í dag fyri at vinna seg víðari í kappingini.

 

Partizan var eisini stórur favorittar hjá altjóða veddingarfyritøkum at vinna dystin í dag. 

 

Í fyrra hálvleiki var H71 væl við, og tá liðini fóru til steðgin var Partizan bert á odda 16-15. 

 

Í seinna hálvleiki dróg Partizan tó frá H71 og vann at enda ein 35-30 sigur, og harvið ein samlaðan 62-51 sigur.

 

H71 spældi báðar dystirnar niðri í Serbia á einum torførum útivølli.

 

H71-Partizan Beograd 21-27 (11-14) - Fyrri dystur

 

Málskjúttar H71: Rói Ellefsen á Skipagøta 8, Suni Dalsgaard 3, Rókur Ziskason 2, Tórmóður P. Djurhuus 2, Baldur Gillason 2, Sveinur Olafsson 2, Sakir T. Frýdal 1, Jón Rói M. Høgnesen 1.

 

Alexander Lein Martinsen bjargaði 32,43 prosent av málroyndunum hjá Partizan.

 

 

 

Partizan Beograd-H71 35-30 (16-15) - Seinni dystur, Partizan vinnur samanlagt 62-51.

 

Málskjúttar H71: Rói Ellefsen á Skipagøtu 8, Tórmóður P. Djurhuus 6, Jón Rói M. Høgnesen 4, John Vilhelm 3, Sakir T. Frýdal 2, Baldur Gillason 2, Rókur Ziskason 2, Sveinur Olafsson 2, Rói S. Hjaltason 1. 

 

Alexander Lein Martinsen bjargaði 20,83 prosent, og Tórstein Sivertsen bjargaði 16,67 prosent av málroyndunum hjá Partizan.