H71-VÍF 28-25: Samrøður og samanumtøka frá FM1

(FM1) Hoyr Peter Krogh hjá H71 og Bjarta Hansen seta orð á 2. FM-hálvfinaluna, ið var spæld í Hoyvíkshøllini

Støðan er 1-1 í vunnum FM-hálvfinalum millum H71 og VÍF, og mikukvøldið verður tann 3. og avgerandi FM-hálvfinalan leikt í Hoyvíkshøllini.

 

Í dag vann H71 28-25 á VÍF í einum sera spennandi dysti, har H71 tó hevði munin í seinna hálvleiki. Í steðginum var H71 á odda 16-15. 

 

Peter Krogh var toppskjútti hjá H71 við átta málum. Brandur Halgirsson og Niklas H. Hanusson skutu fýra mál hvør fyri H71. Filip Jojic gjørdist toppskjútti hjá VÍF við átta málum. Andrias Eriksen skoraði fýra mál fyri VÍF.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá seinastu løtuni av dystinum.


2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Bjarta Hansen, ið skoraði trý mál fyri VÍF. Bjarti staðfestir, at VÍF var ikki á somu leikligu hæddum sum í 1. FM-hálvfinaluni sum vestmenningar vunnu 33-22, men hann slær fast, at teir hava avgjørt ein møguleika í 3. FM-hálvfinaluni. 


3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttin hjá H71, Peter Krogh sum var sera eyðsýndur í dag, og gjørdi stóran mun við at skjóta átta mál. Peter Krogh fegnast um leikliga framburðin mett í mun til 1. FM-hálvfinaluna, og hevur álit á, at H71 kann endurtaka avrikið komandi mikukvøld í tí 3. FM-hálvfinaluni. 


4) Hoyr Claus Rasmussen taka stutt samanum dystin. Claus heldur tað er lítið sum skilir liðini nú, og tað er sera opið hvør verður omaná mikukvøldið. 

 

Givið er, at Sjúrður H. Hoydal sigur frá 3. FM-hálvfinaluni millum H71 og VÍF á FM1. Lýst verður nærri nær dysturin verður spældur í morgin.