H71 vann ímóti VÍF

Mansliðið hjá H71 vann endurtøkuna av FM-finaluni. Hjá kvinnunum vann Neistin aftur og er oddalið.

Tað var endurtøka av FM-finaluni hjá monnum í fjør, tá ið H71 og VÍF brustu saman í Hoyvíkshøllini í kvøld.


Tað leikti javnt á fyrstu løtuna av fyrra hálvleiki, og onkuntíð var VÍF omaná, men tað var H71, ið fór til hálvleiks á odda 13-10. Í seinna hálvleiki fekk VÍF ongantíð veruligt samband aftur, og tað endaði við, at H71 vann greitt 27-20.


Ein annar mansdystur var í kvøld. Hann var ímillum StÍF og Neistan. StÍF var á odda 13-12 í hálvleikssteðginum, men Neistin framdi eitt comeback og vann dystin 27-21.


H71 og Neistin hava bæði fult stigatal eftir fyrstu tveir dystirnar og eru oddalið í FTZ-deildini.


Í Hvonndeildini hava somuleiðis tveir dystir verið í kvøld. Í ítróttarhøllini á Skála vann Neistin 36-16-stórsigur ímóti einum ungum StÍF-liði, og í Hoyvíkshøllini vann VÍF 28-23 ímóti nýggja liðnum í bestu deildini, H71.


Neistin er oddalið í kvinnukappingini við fullum stigatali fyri tveir dystir. Eitt annað lið hevur eisini fult stigatal – tað er VÍF, sum tó enn bara hevur spælt ein dyst.


FTZ-deildin, menn:


StÍF – Neistin 21-27 (13-12)


StÍF: Sveinur Justinussen 5, Pætur Johansen 5, Allan Norðberg 5, Jóannes Prestá 2, Heindrikur Davidsen 1, Tummas Simonsen 1, Joakim Jurs 1, Jógvan G. Joensen 1


Neistin: Teis Horn Rasmussen 6, Høgni Zachariasen 6, Rasmus Søby 5, Karl Martin Olsen 3, Djóni Højgaard 3, Torkil Mørk Hentze 2, Pætur Mikkjalsson 2


H71 – VÍF 27-20 (13-10)

Málskjúttar ávegis.


Hvonn-deildin, kvinnur:


H71 – VÍF 23-28 (11-17)


H71: Maria H. Weyhe 7, Fía E. Hoydal 4, Sanna S. Gunnarstein 3, Silja Sámalsdóttir 2, Anna á Steig 2, Durita T. Joensen 2, Eva Barba Arge 2, Katrin V. Højsted 1, Karin Simonsen 1


VÍF: Liljan Djurhuus 7, Marianna Holm Jacobsen 6, Agnas Olsen 5, Durita C. Jojic 4, Kathe Frederiksen 3, Tóra Seloy 2, Sarah Bank Bjerg 1


StÍF – Neistin 16-36 (9-20)


StÍF: Rebekka Poulsen 5, Durita Hummeland 4, Simona á Fríðriksmørk 2, Erla J. Petersen 2, Vár D. Poulsen 2, Bára B. Danielsen 1


Neistin: Eir M. Berg 9, Daniella Joensen 6, Fríða á Dunga 5, Tórhalla Thorsteinsson 5, Ása Dam á Neystabø 4, Stine Madsen 2, Rannvá Dahl Hanusson 2, Sólbjørt Høj 1, Drós Ragnarsdóttir 1, Brynja Høj 1