StIF var á odda í hálvleikinum, men uttn Svein Justinussen megnaðu strandingar ikki at halda fast í leiðsluni. H71 hevur nú saman við KÍF og VÍF lagt seg í ein bólk fyri seg í oddinum.
StÍF var á odda 12-9 í hálvleikinum, men hóast liðið hevði møguleikar, so tóku strandingar ikki av. Tað kom eisini illa við, at Sveinur Justinussen ikki er tøkur til dystin.
H71 reisti seg í seinna hálvleiki, og longu tíggju minuttir inni seinna hálvleiki var H71 á odda aftur. Tað var spenningur til tað seinasta, men tað endaði við, at H71 vann 22-20.
Atlantic Airways deildin:
H71 StÍF 22-20 (9-12)
H71: Rúni Højgaard 4, Bogi G. Davidsen 4, Hallur Biskopstø 4, Rógvi Sørensen 3, Hanus Norðberg 2, Ári J. Olsen 2, Bogdan Florea 2, Sigmundur Nolsøe 1
StÍF: Pætur Joensen 6, Steinar Prestá 5, Borgar Danielsen 4, Allan Norðberg 2, Marius Joensen 2, Jógvan G. Joensen 1
Støðan:
1. KÍF 15(Stig)
2. VÍF 12
3. H71 12
4. StÍF 9
5. Kyndil 8
6. Neistin 6
7. Team Klaksvík 0