Tað er í kvøld at fyrstu FM-finalurnar í hondbólti vera leiktar. Klokkan 18:00 spæla kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum fyrstu FM-finaluna í høllini á Hálsi, meðan menninir hjá VÍF og H71 klokkan 20:00 spæla FM-finalu í Vestmanna.
Til ber at fylgja finalunum beinleiðis við teksti á in.fo.
VÍF – H71 27-28 (13-13) (60 minuttir)
Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 9 mál, Andrias Eriksen 6 mál, Julian Olsen 6 mál, Áki Egilsnes 3 mál, Magnus Møller 1 mál, Mladen Derimanka 1 mál, Sjúrður Olsen 1 mál.
Málskjúttar H71: Peter Krogh 8 mál, Jónas Djurhuus 8 mál, Dánjal Tórgarð 3 mál, Hilmar Leon Jakobsen 3 mál, Andor Sivertsen 2 mál, Pætur Thomsen 2 mál, Hans Kári Hansen 1 mál, Sigmundur Dahl 1 mál.
60 minuttir: Heilt ófatiligur spenningur í høllini í Vestmanna í kvøld, sum endaði við at H71 vunnu gysaran við einum máli. Tá ein minuttur var eftir av dystinum skeyt Peter Krogh avgerandi málið við lumpisligum undirhondsskoti, meðan VÍF ikki megnaði at skora uppá tann seinasta møguleikan sum teir fingu. Samanumtikið var talan um uppibornan sigur, tí besti maður hjá VÍF var málverjin Mladen.
58 minuttir: H71 hevur ikki megnað at tikið av í yvirtalsstøðuni, tí VÍF hevur fyri løtu síðani havt tveir mans uttanfyri við útvísing. Men í tveimum førum hevur Mladen bjargað meistarliga í VÍF málinum.
55 minuttir: So er vent í holuni í Vestmanna, tí nú eru hoyvíkingar komnir inn aftur í dystin. Jónas Djurhuus javnaði nú til 26-26, meðan Sámal Joensen fekk eina tveir minuttirs útvísing. Sera spennandi endi.
52 minuttir: Við sínum sætta máli í dag, økir Andrias Eriksen nú um munin í Vestmanna. VÍF førir nú við tveimum málum, soleiðis at tað er 25-23 til VÍF.
50 minuttir: Nú hava vestmenningar hug at draga frá aftur í Vestmanna. Teir føra nú við einum máli, nú tað resta 10 minuttir. VÍF venjarin, Ingi Olsen, hevur júst tikið time-out fyri at geva leikarunum eitt sindur av luft. Støðan 24-23 til VÍF.
48 minuttir: Tað er framvegis púra javnt í Vestmanna, har liðini skiftast um at fáa mál. Nú er støðan 22-22.
46 minuttir: Tað gongur skjótt fyri seg hvønn vegin í Vestmanna, og seinastu løtuna er dysturin fullkomiliga koppaður á høvdið. Nú er tað VÍF, ið er á odda við einum máli í Vestmanna. 21-20.
40 minuttir: Tað eru enn hoyvíkingar, ið hava munin í Vestmanna. Teir eru tvey mál á odda, eftir at Peter Krogh fyri lítlari løtu síðani skoraði til 18-16 til H71.
35 minuttir: Júst sum í fyrra hálvleiki, eru tað hoyvíkingar ið hava lagt betri út hendan hálvleikin. Teir føra 16-14 eftir fyrstu løtuna av seinna hálvleiki.
30 minuttir: Talan er um ótrúliga spennandi finalu í Vestmanna, sum bylgjar aftur og fram alla tíðina. Tað er ómøguligt at siga hvør fer avstað við sigrinum, tí liðini eru so sera jøvn. Hálvleiksstøðan er 13-13.
24 minuttir: Tað gongur javnt fyri seg í Vestmanna, eftir at VÍF annars eru byrjaðir betur. Nú stutt undan hálvleiki er javnleikur 11-11.
18 minuttir: VÍF er omaná fyrstu løtuna, nú støðan er 10-8 til vestmenningar.