Føroyska manslandsliðið hevur í dag havt tíðindafund á Tórsvølli undan EM-undankappingardystinum móti Moldova, sum verður í morgin klokkan 17. Á tíðindafundinum tosaði Håkan Ericson, landsliðsvenjari, um avrikið í Póllandi.
- Eg eri nøgdur við avrikið í Póllandi fram til einir 65 til 70 minuttir eru spældir. Tann parturin av dystinum er góður. Vit lata tvey mál inn, har serliga tað fyrra er eitt sindur óheppið fyri okkum. Gilli Rólantsson má út og skal runt hálvan vøllin fyri at koma inn. Sølvi Vatnhamar endar á høgra bakki og kemur ikki press, tí vit eru í undirtal, sigur Håkan Ericson, og leggur afturat:
- Odmar Frø roynir at sleppa undan við hondini. Sjálvt um tað sær eitt sindur ónatúrligt út, so eri ikki iheilt samdur í reglugerðini. Um vit kláraðu fimm minuttir longri, so kanska tað helt, sigur Håkan Ericson.
Hann vísur á, at vit hava bæði ein góða innleggsstøðu og støðuna við Jóannes Bjartalíð, har vit hótta málið hjá teimum. Hann vísur eisini, at væntað mál frymilin gav 1.99 mál til Póllandi, so tvey mál var á eini leið.
Føroyar spæla móti Moldova í morgin klokkan 17.