Haaland hevur skotið 1,07 mál í miðal pr. landsdyst

Erling Braut Haaland er Noregi framúr góður

Mynd: Ritzau Scanpix

Fyrrakvøldið vann Noreg heili 11-1 á Moldova í dysti í HM-undanbólki I á Ullevaal leikvøllinum í Oslo. 

 

Stjørnuáleyparin hjá Manchester City, Erling Braut Haaland skoraði fimm av 11 málum hjá Noregi.

 

Haaland, ið er 25 ára gamal hevur í 45 landsdystum fyri Noreg skotið 48 mál. Tað er eitt miðaltal sum er 1,07 mál pr. landsdyst. Haaland hevur sostatt fleiri mál enn dystir fyri Noreg.

 

Haaland er longu søguligur toppskjútti hjá norska landsliðnum. Gamla metið átti Jørgen Juve, ið skoraði 33 mál í 45 landsdystum fyri Noregi, árini 1928-1937. Miðaltalið hjá Juve var 0,77 mál pr. landsdyst.

 

Havandi í huga hvussu kropssterkur og mentalt sterkur 25 ára gamli Haaland er, so er sannlíkt, at hann spælir við norska landsliðnum í 10-12 ár aftrat, og tað kunnu gerast nógv mál komandi árini.

 

Noreg er fremst í undanbólki I við 15 stigum fyri fimm dystir. Italia hevur níggju stig fyri fýra dystir, og Ísrael hevur níggju stig fyri fimm dystir. 

 

Noreg hevur 11. oktober og 13. november heimadystir móti Ísrael og Estlandi, ið teir eru favorittar til at vinna. 16. november enda teir undankappingina við dysti á útivølli móti Italia. 14. oktober spælir Noreg venjingardyst móti Ný Sælandi, ið longu hevur vunnið seg til HM-endaspælið í USA, Kanada og Meksiko komandi summar.

 

##med2##

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix