Í Kringvarpinum (28/2) varð lisið upp úr eini áheitan frá 10 av okkara geografum, har teir í einum skrivi til Skúlabókagrunnin staðiliga heita á leiðsluna, um at brúka fakligt vit og skil, tá nýggja heimsatlassið verður gjørt, og ikki at gera teir somu basalu feilirnar, sum eru í útgávuni frá 1993. Hesi 10 fakfólkini hava universitetsførleika í geografi og drúgvar royndir gjøgnum arbeiði, undirvísing og gransking. Tey hava í fakinum geografi eina fakliga tign, sum letur teimum trimum í Skúlabókagrunninum, sum annars standa fyri útgávuni av tí nýggja heimsatlassinum, nógv eftir at ynskja. Áheitanin frá teimum 10 geografunum er eisini ætlað føroyska almenninginum og stendur at lesa í bløðunum.
Málslig broytingartíð - farvæl nationalpurisma
Tann nógva skrivingin í bløðunum um heimsatlassið vísir, at fólk eru ikki sørt ørkymlaði um ta stóru óvissu, sum valdar á økinum. Ikki minst á tí málsliga økinum er nógv hent síðani 1993. Tann nýggja Málnevndin v/ Jógvan í Lon Jacobsen sum formanni, hevur eina heilt aðra nútíðar fatan av málinum enn tann meiri nationalpuristiskt orienteraða nevndin, sum ráddi fyri borgum í 1993. Henda nýggja Málnevndin gongur millum annað inn fyri, at okkara alfabet verður normaliserað og fær bókstavirnar c, q, w, x og z upp í. Hetta broytir munandi um støðutakan til hvussu vit doypa og stava øll heimsins lond og ríkir!
Í fjør fingu vit á fyrsta sinni eina autoriseraða ella løggildaða Staðarnavnanevnd v/ Eivind Weyhe sum formanni. Eisini henda nýggja Staðarnavnanevndin hevur í verki víst, at tey taka ikki undir við tí stívrendu purismuni, sum annars eyðkendi málnevndina frá 1993 men at tey hinvegin vísa meira atlit til tað vanliga siðbundna føroyska málbrúkið og tykist at slóða fyri somu smidligu kós sum Málnevndin, við støði í tí faktuella føroyska móðurmálinum. Henda grundleggjandi broytingin í tí málsliga ráðandi hugburðinum, sum endurspeglast í báðum okkara mest kompetentu nevndum innan økið, skal sjálvandi síggjast aftur í einum komandi heimsatlassi, annars er ongin grund til at útgeva eitt nýtt.
Babbasa ATLAS
Tað kann undra, at stjórin fyri tí nýggja Vitanardeplinum, Magnus Tausen, hevur eina so stagneraða ella fastlæsta fatan av atlasproblematikkinum og tvíheldur um, at tað nýggja atlassið skal brúka navnalistan frá 1993, umframt at okkara mest kompetentu geografar og granskarar á økinum verða hildnir uttanfyri, tí teir ikki frammanundan treytaleyst góðtaka babbasa íslandificeraða navnalista frá 1993.
Spindoktarin aftan fyri tey mongu margháttligu og nógv umstríddu nøvnini í 1993 atlassinum, er nevniliga pápi Magnus Tausen, Svenning Tausen. Málsliga er Svenning Tausen rúkandi ósamdur við núverandi málnevndarformannin, Jógvan í Lon Jacobsen, og hevur í bløðunum sáað iva um Jógvan í Lon Jacobsen yvirhøvur hevur tign og førleika til at sita í lærda stólinum í føroyskum úti á Setrinum, har fráfarni professarin, Johan Hendrik Winther Poulsen, áður sat.
Emotionelt er hetta væl skiljandi, tí fráfarni professarin og Svenning Tausen málsliga einvegis drógu somu puristisku línu til heimsatlassið frá 1993, uttan fyrivarni og atlit til altjóða fakligar konventiónir, sum vóru/eru galdandi innan geografiska fakøkið.
Viðhaldsfólk vælkomin
Á almennum fundi í Miðlahúsinum 19. mai 2010 kl. 19:30, sum Skúlabókagrunnurin skipaði fyri, varð spurt, um vit skulu hava eitt nýtt heimsatlas og um so var, hvat skuldi standa í einum nýggjum føroyskum atlassi.
Alt byrjaði opið og gott, men tá saman um kom stóð alt í botni frá 1993. Tey sum vóru positiv fyri gamla atlassinum síggjast aftur í fakliga fylgibólkinum, kanska við einum undantaki, men teir geografar sum høvdu kritiskar, men fakliga vælgrundaðar viðmerkingar, síggjast ikki í fakliga fylgibólkinum. Tískil er eingin av okkara vælkvalificeraðu geografum við altjóða royndum í undirvísing og gransking við yvirhøvur til at forma tað nýggja heimsatlassið, tí teir máttu fyrst góðtaka babbasa atlas sum grundstøði, og tað segði teirra fakligheit nei takk til. Teir gomlu søgdu, at djúpt skal hann níga, sum høsnareyv vil kyssa, og rætt er tað!
Biologur ikki geografur
Nú endaði tað so við, at ein biologur og ikki ein geografur skal týða atlassið úr enskum, skil tað hvør ið vil? Spennandi verður at síggja hvør skal viðgera og rættlesa?
Vit skulu minnast til, at hetta er eitt atlas fyri alt Føroya fólk og skal avspegla heimin, sum hann er í dag og ikki bara babbasa útlegging frá 1993. Kanska er tað við at ganga upp fyri Føroya fólki, hví vit eru nummar sjokk til PISA kanningar
Um nú Skúlabókagrunnurin ístaðin var fyrisitingin úti á Landssjúkrahúsinum, so hevði tað verið Magnus Tausen et al. sum skurðviðgjørdu, við sjúkrahjálparum og portørum sum fakligum fylgibólki, meðan yvirlæknarnir stóðu uttanfyri og bankaðu upp á dyrnar. Tá kann ein og hvør ímynda sær úrslitið, og soleiðis kann tað eisini enda við (heimagjørda) heimsatlassinum.
Spurningurin er hví Skúlabókagrunnurin ræðist vælútbúgvin fólk við universitetsførleika og og drúgvum altjóða royndum, meðan teir hálova dilettantum?
Kanska okkara mentamálaráharri átti at hugt nærri eftir framferðarháttinum hjá Skúlabókagrunninum í sambandi við tað nýggja heimsatlassi. Sambært proklamatión frá hennara egna flokki, skulu Føroyar teljast millum heimsins førandi í 2015, men tað verður man ikki við at byggja á eitt dilettantiskt ástøði!
Finnland er eitt gott dømi um, hvat eitt land kann fáa burturúr, tá fólk við universitetsførleika blíva brúkt til tað tey eru best til.
Hvar er fakligi førleikin?
Tit tykjast at hanga fastir í 1993 útgávuni av heimsatlassinum, og hava uttan nakra fakliga nøktandi grundgeving útihýst fakliga kompetentum geografum. Tess vegna fari eg vinarliga, vegna føroyska skattagjaldaran, at seta tykkum trimum Niels Petersen, stjóra, Birgir Kruse, ritstjóra og Magnus Tausen, stjóra á Vitanardeplinum, ein almennan spurning hvør og biðja um eitt svar í bløðunum.
Hvønn dokumentaraðan geografiskan ella landafrøðiligan fakligan førleika hava tit hvør sær, sum ger tykkum skikkaðar til at frávelja fakliga best skikkaðu geografanar og sjálvir standa fyri útgávuni av einum komandi heimsatlassi?