Haddaway vitjar í Havn

Poppsangarin Haddaway, sum hevur selt 30 milliónir fløgur vitjar um vikuskiftið í Føroyum. Hann fer at framføra á Rex í Havn Maðurin, sum er ættaður úr Trinidad, gjørdist kendur víðahvar, tá ið hann miðskeiðis í 1990?unum hittaði við sanginum What Is Love. Haddaway hevur síðani havt aðrar sangir á hitlistanum, men stóri sangurin hjá honum er framvegis What Is Love.

 

Haddaway dugir annað enn at syngja og gera løg. Hann hevur eina akademiska útbúving í politikki og søgu frá Washington University, hann leggur eisini sín egna dans til rættis og skal verða góður at spæla amerikanskan fótbólt.

 

Komandi dagarnar vitjar Haddaway í Føroyum, her hann áður hevur verið. Seinast hann hevði framførslu á dansistaðið í Havn var veruligur gravgangur eftir atgongumerkjunum, og alt varð útselt eftir stuttari løtu.

 

Nú fáa fólk so aftur møguleikan at uppliva Haddaway til 90?ara kvøld í Rex leygarkvøldið.

 

Haddaway leggur eisini leiðina fram við í sendingini Hvonn Live, sum Rás2 sendir leygarkvøldið.