Hægsti Rættur í London boyggir seg fyri føroyskum rækjukrøvum

Faroe Seafood og Arthur Smith hava fingið viðhald í hægsta rætti í Onglandi í, at toll-krøv frá ES móti teimum upp á 11 milliónir krónur skulu falla burtur. Nú verður roknað við at Eystari Landsrættur í Danmark fer eisini at boyggja seg, har standa 7 milliónir krónur upp á spæl.

Niðurstøðan hjá High Court farna fríggjadag um at geva geva gomlu Fiskasøluni og agentinum Arthur Smith viðhald í fløkta toll-málinum um triðjalandsrækjur er ein sigur fyri føroysku rækjuvinnuna.

Tilsamans hava stívliga 20 milliónir krónur staðið upp á spæl í tollmálinum millum ES-lond og Føroyar.

Við dóminum í hægsta rætti minkar kravið við 11 milliónum, og haraftrat skulu sakarmálsútreiðlsur upp á einar 3-4 milliónir krónur rindast av enska tollvaldinum.

? Dómurin økir eisini um møguleikarnar fyri, at vit fáa viðhald í Eystara Landsrætti í Danmark, sigur Johannes Egholm Hansen, bústjóri í trotabúgvnum Faroe Seafood.

?Ja, nú meti eg okkum hava meira enn 50% kjans at vinna her, sigur hann.

Í Danmark standa sjey milliónur krónur upp á spæl, meðan restin snýr seg um smærri upphæddir í Hollandi, Fraklandi og Belgia.


Drúgv togtogan

Danska tollvaldið tykist tó vera nakað tungari at dansa við.

Teir hava nevniliga í hyggju at prógva, at fremmanda arbeiðsmegin umborð á føroysku rækjuskipum, sum hava avreitt til føroysku virkini hesa tíðina, sum sakarmálið snýr seg um, var oman fyri 25%.Tá so er, skal annar og hægri tollur á hesar vørur, sambært handilssáttmálan millum ES og Føroyar.

ES-dómstólurin hevur annars givið føroyingum viðhald í, at kanadiska manningin umborð á føroysku trolarunum var undir upplæring. Og tá eru reglurnar øðrvísi.

Somu niðurstøðu kom enski rætturin til í farnu viku.

Haraftrat kom High Court í London eisini til ta niðurstøðu, at tað var nóg mikið at skilja ímillum upprunarækjur og innfluttar rækjur bókhaldsliga.

Hetta metti ES-eftirlitið, sum var í Føroyum í 1991 ikki vera nóg mikið. Og ES-kommissiónin staðfesti hesa niðurstøðu í 1992. Tey vildu hava, at tað allan vegin út til brúkaran skuldi síggjast, um rækjurnar vóru føroyskar ? ella innfluttar russiskar.

Nú er hetta kravi eisini fallið burtur.


Vandi fyri

innanhýsis stríði

Við hesum kunnu føroyskir rækjureiðarar og føroysk rækjuvirki kenna seg tryggari.

Tað var agenturin hjá gomlu Fiskasøluni Arthur Smith, ið varð saksøktur av ensku tollmyndugleikunum, tí hann formliga stóð til at hava innflutt rækjurnar til Bretlands.

Gamla Fiskasølan undirskrivaði tó váttan um at fríhalda Arthur Smith fyri einum møguligum endurgjaldi. Tí hann hevði í roynd og veru bara arbeitt fyri Fiskasøluna.

Hinvegin kundu føroysku virkini og trolararnir roknað við at hoyrt frá búgvnum eftir fiskasøluna, um dómur var fallin ímóti Faroe Seafood.

So hevði kravið nevniliga verið skumpað út til hesi við tí grundgeving, at tað vóru skipini og virkini, sum høvdu ábyrgdina av, at útlendska manningin fór upp um 25%, og at virkini seldu russiskar og føroyskar rækjur í sama pakningi..

Men nú er vandin fyri einum innanhýsis stríði í føroysku rækjuvinnuni minkarir niður í lítið og onki við dóminum í High Court.