Hægstirættur í Ísrael: Palestinskir fangar fáa ikki nóg mikið av mati

Umstøðurnar hjá palestinskum fongslaðum úr Gaza eru ikki nóg góðar, hevur hægstirættur í Ísrael sagt.

Ísraelski trygdarráðharrin, Itamar Ben-Gvir, segði í fjør, at hann hevði linkað treytirnar fyri palestinskum fangum til tað, sum hann lýsti sum tað minsta, sum ísraelska lógin krevur. (Savnsmynd). - Mynd: Oren Ben Hakoon/Reuters

Hægstirættur í Ísrael hevur sagt, at stjórnin í landinum ikki hevur megnað at útvega palestinskum fangum nøktandi nøgd av mati.

Tað skriva The Times of Israel og The Guardian.

Í úrskurðinum hava myndugleikarnir fingið boð um at bøta um kostin hjá teimum fongslaðu.

Ísraelski staturin fær sostatt boð um at veita palestinskum fangum nóg mikið av mati til at ”tryggja eitt grundleggjandi tilverugrundarlag”, skrivar Times of Israel.

Úrskurðurin kemur sum svar uppá ákærur frá mannarættindafelagsskapunum Association for Civil Rights in Israel og Gisha móti ísraelska trygdarmálaráðharranum, Itamar Ben-Gvir, og fongsulsmyndugleikanum IPS í apríl í fjør.

Her førdu ákæruvaldið millum annað fram, at tað hevur verið ein broyting í matpolitikkinum hjá teimum fongslaðu, síðan kríggið brast á í Gaza - og at hetta hevur elvt til føðslutrot og hungur millum palestinar.

Teir tríggir dómararnir í málinum hava einmælt dømt, at landið hevur lógarbundna skyldu at útvega teimum fongslaðu nóg mikið av mati.

Tveir av dómarunum standa eisini aftanfyri avgerðina um, at verandi matvøruveiting ikki tryggjar í nóg stóran mun, at henda skylda verður hildin.

Triði dómarin - David Mintz - stendur ikki aftanfyri henda partin av avgerðini.

Í fjør boðaði Itamar Ben-Gvir, sum í sínum starvi sum trygdarráðharri eisini hevur eftirlit við fongsulsskipanini, frá, at hann hevði avmarkað umstøðurnar hjá teimum varðhaldsfongslaðu palestinunum til tað, sum hann lýsti sum tað absolutta minstamarkið, sum ísraelska lógin krevur.

The Guardian kallar avgerðina fyri eina sjáldsama av sínum slag, tí hægsti rættur í landinum hevur valt at døma ímóti stjórnini.

Síðani kríggið byrjaði, hevur Ísrael varðhaldsfongslað túsundtals fólk í Gaza, sum eru undir illgruna fyri at hava samband við hernaðarligu Hamas-rørsluna. The Guardian lýsir tey varðhaldsfongslaðu sum trygdarfangar.

Túsundtals eru eisini latin leys eftir at hava verið hildin aftur í fleiri mánaðir uttan ákæru.

Mannarættindabólkar hava skjalfest misnýtslur, eitt nú óhóskandi mat, óhóskandi heilsuverk og vánaligt sanitet í fongslum og varðhaldsstøðum, skrivar The Guardian.

 

/Ritzau/

 

 

 

Ísraelski trygdarráðharrin, Itamar Ben-Gvir, segði í fjør, at hann hevði linkað treytirnar fyri palestinskum fangum til tað, sum hann lýsti sum tað minsta, sum ísraelska lógin krevur. (Savnsmynd). - Mynd: Oren Ben Hakoon/Reuters