Hækka avgjald á dýrari elbilum

Á tingfundi klokkan 11 skal Løgtingið atkvøða við 3. viðgerð um at broyta avgjøld við skráseting av el- og vetnisbilum

Endamálið við uppskotinum er, at avgjaldsfrítøkan á ravmagnsbilar verður avmarkað til 200.000 krónur.

 

– Upprunaliga endamálið var at fremja grøna orkuskiftið og ikki lata stuðul til at keypa dýrar bilar, skrivar Fíggjarmálaráðið í viðmerking til uppskoti.

 

Broytingin ber ísær, at ravmagns- og vetnisbilar frá 1. januar 2024 skulu rinda eitt virðisgjald av tí partinum av CIF-virðinum, sum fer upp um 200.000 krónur.

 

Skráin fyri tingfundin í dag er annars hendan:

 

 

1

 
 

3. viðgerð LM-018/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Framskundað stigvíst virðisgjald fyri ravmagnsbilar og vetnisbilar)

 
 

2

 
 

3. viðgerð LM-027/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar (Broyting í áseting um lønarendurgjald til lærupláss)

 
 

3

 
 

3. viðgerð LM-028/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul (Broyting í javning av stuðulsupphæddum)

 
 

4

 
 

3. viðgerð LM-010/2023 - Uppskot til løgtingslóg um at byggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum lidnan

 
 

5

 
 

2. viðgerð LM-015/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Árlig javning av landsskattastiganum)

 
 

6

 
 

2. viðgerð LM-044/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagføring av vardum bústøðum (Hækka játtan og leingja sólseturáseting)

 
 

7

 
 

1. viðgerð LM-050/2023 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2023 (Vetrarhald, Fámjinstunnil og stuðul til niðurtøku og burturbeining av oljufýrum)

 
 

8

 
 

1. viðgerð LM-051/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fámjinstunnil við tilhoyrandi vegum (Hækka játtanarkarmin)

 
 

9

 
 

Framløga