Hagen-málið: Løgreglan leitaði við hundum

- Leitingin vardi í minni enn ein tíma, og tað sá ikki út til, at løgreglan tók nakað við sær, skrivar VG.

Norska løgreglan hevur í tíðindaskrivi í dag boðað frá, at tey í dag og í morgin fara at gera kanningar við hundum á ognini í Lørenskog, har norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen og maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen, búðu.

Anne-Elisabeth Hagen hevur ikki verið her síðan hin 31. oktober í fjør, tá løgreglan heldur, at hon ímóti sínum vilja varð rænd. Ei heldur hevur nakar hoyrt frá henni síðan henda dag fyri meira enn fimm mánaðum síðan.

Nú kavin er tiðnaður kring ognina í Lørenskog, vil løgreglan leita eftir møguligum lutum og sporum í leitanini eftir, hvat hendi 69 ára gomlu, Anne-Elisabeth Hagen, um hesar leiðir seinasta dag í oktober í fjør.

Norska heimasíðan VG, sum hevur havt fólk á staðnum í dag, veit at siga, at løgregla og hundar komu á adressuna umleið klokkan 12.15 í dag. Ein tyrla fleyg eisini í luftini kring ognina, meðan løgreglan kannaði umhvørvið við hundum.

Fólk hjá VG siga, at hundarnir ferðaðust kring í økinum í eina løtu, eins og løgreglan eisini leitaði eftir gongugøtum á leiðini og niðri við vatnið, sum liggur beint við húsini hjá ríkmanshjúnunum.

- Leitingin vardi í minni enn ein tíma, og tað sá ikki út til, at løgreglan tók nakað við sær, tá tey pakkaðu saman og fóru avstað aftur, siga fólk hjá VG, sum vóru í umhvørvinum, meðan løgreglan leitaði við hundum.

Ein fyrrverandi hundaførari, sum VG hevur skift orð við, Kai Iversen, sigur við norsku heimasíðuna, at tá tað hevur verið frost, heldur lukturin sær betri. Lukturin verður líka sum varðveittur, og tá frostið er burtur, kunnu møgulig spor síggjast sum nýggj.

Hinvegin heldur Kai Iversen, at nú er so long tíð liðin, síðan Anne-Elisabeth Hagen hvarv, og tíðin kann eisini gerast ein trupulleiki, tá leitað verður eftir sporum so langa tíð eftir eina møguliga hending.