Hagi skal venja Steaua

Størsa fótbóltsnavnið í rumensku søguni er uttan iva Gheorghe Hagi.

Lágvaksni vinstrabeinti bóltsnillingurin fekk sítt gjøgnumbrot hjá Steaua Bukarest, har hann spældi sín seinasta dyst fyri 17 árum síðani. Nú er Hagi tó komin aftur í felagið sum venjari, sigur leiðslan í felagnum. Hagi hevur virkað sum venjari í Turkalandi, umframt at hann eisini eitt skifti var rumenskur landsliðsvenjari.