Hagstovan má mennast

Jóanes N. Dalsgaard

Okkum manglar samfelagslig hagtøl í Føroyum. Talan er um ein álvarsligan og átroðkandi trupulleika, tí dagførd og nøktandi hagtøl eru ein fyritreyt fyri at allari samfelagsgransking og harvið fyri allari skipaðari samfelagsmenning.
Hagtøl skapa eina radarmynd av samfelagnum og tí umhvørvi, sum samfelagið er til í. Uttan hesa radarmynd ber ikki til at arbeiða miðvíst við samfelagsmenning. Hetta svarar til at sigla eitt skip í blindum. Til ber við góðum útkikki at forða fyri at rent verður á land, men tað er eisini alt. At vinna upp havn er sum at vinna í happadráttinum. Soleiðis er við føroyskari samfelagsgransking. Hon reikar í blindum.
At framleiða hagtøl er ein vísund fyri seg. Harumframt er hagtalsframleiðsla tíðarkrevjandi og krevur nógva og køna starvsfólkaorku. Samanbera vit Føroyar við Svøríki, Ísland og Danmark, so áttu 65-80 fólk at starvast á Hagstovu Føroya. Talið í dag er 15. Vit mugu soleiðis staðfesta, at samanborið við okkara grannalond er samfelagsvísundalig hagtalsframleiðsla eitt niðurraðfest økið hjá okkum.
Hetta er sera álvarsligt. Uttan hagtøl ber ikki til at siga hvørji vit eru ella hvat vit gera, sum land og sum samfelag. Uttan hagtøl ber ikki til at granska og uttan gransking ber ikki til at siga, hvussu støðan er í samfelagnum – tað verið seg sosialt, búskaparliga ella politiskt – ella hvønn veg tað gongur. Fyri tað kunnu vit hava beina kós ímóti avgrundini, uttan at hava minstu áning um tað.
Neyvan er tað hetta, nakar føroyingur ynskir sær. Tí fari eg at mæla til, at allar góðar kreftir savnast um at uppbyggja eina nøktandi hagtalsframleiðslu í Føroyum. Hetta gerst við at styrkja Hagstovu Føroya bæði fíggjarliga og heimildarliga. Ein útbygging av hagstovnuni við 50-65 starvsfólkum kemur at merkja eina árliga meirnýtslu uppá ímillum 15 og 25 mió krónur, men hetta er ein neyðug íløga í framtíðina.
Uttan dagførd og nøktandi hagtøl hava vit onga radarmynd av samfelagnum og tí umhvørvinum okkara samfelag er til í. Uttan radarmynd fara vit fram eftir fummum. Nú verður so nógv tosa um radarmyndina av føroyska loftrúminum, sum er blivin burtur. Hetta er eitt álvarsligt mál. Men minst líka álvarsligt er tað, at vit ongantíð hava havt nakra radarmynd av føroyska samfelagnum.
Eg haldi, at tíðin nú eigur at vera komin til tess at vit geva samfelagsligari hagtalsframleiðslu í Føroyum hægstu raðfesting. Framtíðar føroyska samfelagið stendur uppá spæl!
Hvalvík 01.02.2007