Hagtølini skulu gerast til einkis

Skálamenn fara at gera enn eina roynd at sleppa av við keðiligu hagtølini, sum siga, at teir ongantíð hava fingið stig ímóti NSÍ

Tað er óreingiligt. Hóast tað hevur gingið sum eftir ánni hjá skálamonnum í fjør og í ár, so hava teir higartil ongantíð fingið stig ímóti grannunum hinumegin fjørðin.
- Eg veit ikki, hví tað er soleiðis. Vit vilja vinna á teimum, og tað fara vit eisini at gera alt okkara fyri at gera sunnudagin. Men higartil hava teir havt takið á okkum, staðfestir Bogi Gregersen. Løsturin í lærinum, sum noyddi hann út, tá ið teir spældu ímóti B36, vitjaði aftur í Finnlandi. Í gjárkvøldið skuldi Bogi royna at venja fyri fyrstu ferð í hesi vikuni.
Fleiri skálaspælarar hava vitjað hjá fysioterapeutinum í vikuni, men tað verður vónað, at teir allir vera tøkir í morgin.
Tá ið Skála vann ímóti HB í Havnini var Iulian Florescu leikbannaður. Hann verður við aftur í morgin.
- Skála er ivaleyst tað liðið sum í løtuni vísir besta fótbótlsspælið. Tað verður torført hjá okkum, men vit hava gott mót, og hugburðurin er góður undan stóru avbjóðingini, sigur NSÍ venjarin, Trygvi Mortensen.
Ungu spælararnir í NSÍ hava staðið seg væl seinastu ferðirnar, so kappingin um plássini er stór. Veteranarnir Sjúrður Jacobsen og Gert Langgaard eru framvegis skaddir. Kári Hansen hevur roynt at venja aftur, og allir hinir eru tøkir.
Tá ið liðini hittust í Runavík vann NSÍ 1-0.