Hagtølini tala ímóti B68

Tað er einki at ivast í, at B68 nú skal savna sær stig, um sleppast skal undan niðurflytingini, men alt bendir á, at tað verður trupult hesaferð. Bæði tí HB í løtuni er ovasta liðið á stigatalvuni, men eisini tí B68 vanliga hevur tað trupult móti júst HB. Sostatt er tað bara einaferð seinastu tíggju árini, at B68 hevur vunnið heimadyst móti HB.
Heldur ikki ÍF tykist fáa nakran lættan dyst móti VB, sum hevur vunnið tríggjar av fýra dystum í Fuglafirði seinstu tíggju árini.
Í Havn hevur Skála bara tapt higartil, tá teir hava vitjað B36, og í Klaksvík havt takið søguliga, tó at seinasti sigurin er trý ára gamalur.
At enda tykist tað ganga javnt fyri seg, tá GÍ vitjar á Eiði. Gøtumenn hava tó lítlan fyrimun í stigunum, sum eru býtt seinnu árini, men í málum stendur púra javnt.