Allir ellivu møttu til dystin og vóru við upp á tað frá byrjan
Vit fingu 23 innkast í dystinum, og er hetta fyrstu ferð nakrantíð, at vit hava avrikað so nógv innkast í einum dysti
Sjey ferðir fingu vit hornaspark, og vit tóku øll sjey hornasparkini í sátt og semju millum allar partar
Vit framdu 3 útskiftingar, og tað var fult í trá við tað, sum vit høvdu avtalað áðrenn dystin, og kunnu tí staðfesta, at vit hava hildið gjørdar avtalur
Vit gjørdu 5 fríspørk, men tað gera øll onnur lið eisini
Málmaðurin skjeyt 16 málspørk, og var tað reint faktisk meiri, enn vit høvdu vónað; enn eitt megnaravrik
4 blivu óðir og hóttu við at rýma, men við góðum innsatsi frá øllum, megnaðu vit at varðveita góða stevið allan dystin
Hóast vit taptu 10-0 hava vit valt at fokusera upp á tað positiva og gloyma tað negativa
Avrikslýsingin hjá landsstýrinum er so full av sjálvsøgdum og náttúrligum »avrikum«, at merkingin av orðinum »avrik« er fullkomiliga oyðiløgd í føroyska málinum. Alla mína tíð hevur man tosað um avrik, tá talan veruliga hevur verið um avrik. At fara upp um morgunin, eta morgunmat, busta tenn og vaska sær, lata hurðarnar aftur eftir sær, tá man fer út osfr. kallast ikki avrik. Tað kallast gerandislív. Nú verður gerandislívið hjá landsstýrinum og umsitingini kallað avrik, og hesi avrik eru nú givin út til lesnað hjá almenninginum.
Avrikslýsingin er soleiðis bygd upp, at hon endurgevur alt samgonguskjalið, og undir hvørjum broti í samgonguskjalinum, har landsstýrið hevur gjørt okkurt, verður avrikið skrivað bæði við reyðum og undirstrikað. Tað høpisleysa er, at mangan er onki samband millum tekstin í samgonguskjalinum og reyða avrikstekstin.
Eitt dømi er á síðu 4. Har stendur fyrst brotið úr samgonguskjalinum um fíggjar- og búskaparmál:
»Rembingarnar í altjóða og heimliga búskapinum kunnu hava við sær minkandi inntøkur í landskassan. Samgongan miðar tí ímóti at fáa avlop á fíggjarlógina, at føra ein varnan búskapar- og fíggjarpolitik, at tálma sveiggjum í búskapinum og at víðka inntøkugrundarlagið.«
Avrikslýsingin í sambandi við hetta brotið ljóðar soleiðis við reyðum og undirstrikað:
Fokus er á, at verandi og komandi fíggjarlógir fáa burtur bygnaðarliga hallið, uttan at hetta í ov stóran mun minkar um virksemið í samfelagnum
Bankapakki I og II eru settir í verk fyri at tryggja bankakervið.
Nýggj játtanarskipan er sett í gildi, ið setir nýggjar og sterkari karmar fyri øllum fíggjarlógararbeiðinum.
Legg til merkis, at samgongan longu 26. septembur 2008 visti, at inntøkur landskassans fóru at minka. Tí varð miðað ímóti at fáa avlop á fíggjalógina. Hevur samgongan »avrikað« tað við milliardahalli á fíggjarlógini? Hevur samgongan megnað at tálmað sveiggjum í búskapinum, nú arbeiðsloysið nærkast 10%? Ístaðin fyri at viðganga, at førdi fíggjarpolitikkurin er ein vanlukka, skrivar man bara eina nýggja samgonguorðing um, hvat man fer at fokusera upp á frameftir. Er tað eitt “avrik”? Og so rósar man sær av tveimum bankapakkum, sum eru tveittir í føvning føroyinga úr Danmørkini. Sum í fyrsta umfari hava kostað føroyska samfelagnum 400 mió. krónur. Og síðani dregur man nýggju játtanarskipanina inn sum avrikslýsing. Hóast tað var formansskapur Løgtingsins, sum 16. mars 2005 setti hol á hetta arbeiðið, sum ein embætismannabólkur hevur staðið fyri. Tað løgna er, at hóast hvørki bankapakkar ella játtanarskipan standa nevnd í samgonguskjalinum, verða hesi hálað fram sum politisk “avrik” hjá landsstýrinum.
Eitt annað dømi er á síðu 5. Har stendur í sambandi við orðingina í samgonguskjalinum um, at lætti verður givin við at taka sjúkrakassagjaldið av, at »lætti er givin við at taka av sjúkrakassagjaldið av«. Hetta er beinleiðis villeiðing, tí sjúkrakassagjaldið er ikki tikið, tað hevur bara skift navn. Nú eitur tað gjald til Heilsutrygd, men er júst tað sama sum sjúkrakassagjaldið. Og fyri tey flestu er talan um eitt hægri gjald enn frammanundan. At leiðandi politikkarar við løgmanni á odda koma sær at fara so lætt um sannleikan í síni neyð eftir at vísa á okkurt “avrik”, sigur alt um politiska veruleikan.
Tað løgnasta er, at »avrikslistin« ikki nevnir eitt einasta av øllum teimum vánaligu avrikum, sum eyðkenna hesa samgonguna. Tilvildarligu og hjálparleysu spariátøkini, sum raka veikastu bólkarnar í samfelagnum verða ikki nevnd við einum orði. Tann avrikslistin hevði uttan iva fylt væl upp í soltna yvirlitinum hjá samgonguni, men tíverri eru teir ikki menn fyri at standa við sín politikk. Onki um sparingarnar á eldraøkinum. Onki um útsettar viðgerðir á landssjúkrahúsinum. Onki um ruðuleikan á økinum børn og ung. Onki um atfinningarnar uttan úr heimi um vantandi fiskivinnupolitikk og burðardygga veiðu. Hví??
Og meðan landsstýrið dusar sær norðri í Gjógv, har skráin er at rósa sær sjálvum og kanska eisini at fyrireika valstríð, økist arbeiðsloysið stútt og støðugt. Fiskivinnu-politikkurin liggur í atgerðarloysi, og úr øllum herðashornum rópa vinnulívsfólk og arbeiðarafeløg eftir einum veruligum politikki. Neyvan fer “avrikslýsingin” hjá samgonguni at flyta fjøll, og neyvan fara “avrikini” at imponera verkafólk, sum standa uttan arbeiði og vinnulívsfólk, sum standa við tómum ordrabókum.
Góði Kaj Leo! Legg frá tær ella skipa aðra samgongu. Nú tørvar okkum politikk, sum er viðkomandi fyri Føroyar og føroyingar, og sum aftur kann flyta okkum fram á leið sum samfelag. Við verandi kós fara vit á húsagang!