Tíðindastovan Ritzau varð í gjár rakt av einum umfatandi hakkaraálopið, og hakkarar hava síðani kravt pengar frá Ritzau, fyri at lata tíðindastovuni fáa tilfarið aftur. Ritzau noktar at gjalda.
Tað upplýsir aðalstjórin hjá Ritzau, Lars Vesterløkke.
Tað verður ikki upplýst, hvør stendur handan hakkaraálopið, men Lars Vesterløkke hevur lýst álopið sum »ógvuliga professiónelt«.
Í løtuni arbeiðir KT deildin hjá Ritzau upp á hátrýst fyri at fáa skipanirnar upp aftur at koyra sum vanligt.
Ritzau vantar í fyrsta lagi at hava skipanirnar uppi aftur at koyra hósdagin.
Hakkararnir lupu á Ritzau tíðliga gjáramorgunin, og tíðindatsovan hevur harvið verið rakt í meira enn eitt samdøgur. Álopið hevur merkt, at redaktionellu skipanirnar eru sløktar.
Tíðindastovan, sum letur tíðindi til allar størri miðlar í Danmark – og okkum her í Miðlahúsinum – fær í løtini ikki sent út tíðindi á vanligan hátt. Í staðin verður ein neyðskipan nýtt, har tíðindini verða send til miðlarnar á annan hátt sum teldupostur.
/ritzau/