Halda føðingardag hjá Erlendi

Tann 24. august í ár vóru 100 ár liðin, síðani Erlendur Patursson var føddur, og í tí sambandi skipar Tjóðveldi 100 ára minningarhald fyri honum.

Fjølbroytta skráin inniheldur framløgur, yrkingar og tónleik, ið lýsa lívið hjá Erlendi og hansara virki.

Karin Kjølbro fer at røða um Erlend, persónin og politikaran, Hans Andrias Sølvará fer at siga frá søgu Tjóðveldis. Hildur Patursson fer at røða um pápan, og Turið Sigurðardóttir fer at lesa eina yrking, sum er ognað Erlendi. At enda fer Høgni Hoydal at leggja fram undir heitinum Føroyar nú og komandi.

Afturat framløgunum verður felagssangur og tónleikur við Tórshavnar Manskóri, Rana og Eyðuni Nolsøe, Ólavi Jakobsen og Andreu Heindriksóttur.