Halda hálvrundan føðingardag í dag

Og tey halda fram við góðum treysti

Í dag eru 55 ár síðani fimleikafelagið, Støkk, varð sett á stovn. Støkk varð sostatt stovnað hin 23. novembur í 1966. Stovnararnir vóru Jóhanna og Kaj Aage Troest, og Svava og Johan Kjeld. Tey fyrstu nógvu árini helt felagið til í fimleikahøllini í skúlanum á Glyvrum, men hesi seinnu árini hevur stásiliga Bylgjan í Runavík verið karmur um meginpartin av virkseminum hjá Støkk.   

 

##med2##

 

Felagið sigur í eini heilsan nú á føðingardegnum, at tey hava góðar umstøður at virka undir og at tað er sera hugaligt at vera støkkari. Í framúr góðu umstøðunum í Bylgjuni, venja fleiri lið samstundis hvønn dag. Og koyrir tú framvið Bylgjuni, síggjast glaðir fimleikarar í stóru og ljósu høllini, meðan aðrir renna út og inn - til og frá venjing.     

 

Felagið, sum í dag hevur næstan 800 virknar  fimleikarar í øllum aldri, leggur stóran dent á, at øll skulu hava møguleika at íðka fimleik. Í arbeiðnum hjá felagnum verður stórur dentur tískil lagdur á at hava fimleik fyri fjøldina, men harumframt verður stór orka løgd í kappingarfimleikin. 

 

##med3##

 

Tað er nógv sjálvboðið arbeiði í felagnum og tað hevur tað verið øll árini, tí tað er ein hópur av fólki, sum hava tikið hond í við øllum teimum mongu og fjølbroyttu uppgávum, ið dagliga skulu loysast í felagnum.

 

– At átaka sær uppgávur í einum virknum felagskapi er mennandi fyri fólk í øllum aldri. Nógvir av ungu fimleikarunum eru hjálparar og hjálparvenjarar hjá yngri fimleikarum. Og foreldur og avvarandi hjálpa til, tá framsýningar og onnur tiltøk eru á skránni. 

 

– Á henda hátt kann Støkk, við góðum treysti, halda fram við at menna bæði kappingar- og breiddarfimleikin í felagnum frameftir, sigur felagið.

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##