Hetta er aðru ferð at Høgni á Reynatrøð, kona hansara, Debora á Reynatrøð, og sonur teirra Abraham halda jól í Danmark, og hesaferð verða jólini hildin í íbúð teirra á Øresundskollegiet.
- Vit høvdu sjálvandi vilja verið saman við familju og vinum heima í Føroyum. Men tað, at Debora skjótt verður útbúgvin miðlagrafikari og skal til endaliga sveinaroynd stutt eftir jól, og at eg júst havi byrjað egnu lýsingarfyritøku, ger, at vit hava heilt einfalt ikki tíð at koma heim í ár, sigur Høgni.
Onkur hevur spurt familjuna, um tey hava hug at koma ein túr í Zoologisk have tann 24, so tey hava ætlanir um at verða har ein part av degnum. Annars plaga tey at fara í kirkju á jólum, og tað er eisini ætlanin í ár.
- Seinast vit hildu jól niðri, vóru vit ein túr í Vor frelsers kirke, men í ár hava vit tosað um at fara ein túr í Fredriks kirke, ið eisini verður nevnd Marmorskirken, sigur Høgni.
Líka sum so nógv onnur, plaga familjan Reynatrøð at gera dunnu, rís a la mande, eta karamellur og pakka pakkar upp á jólum, og hetta fara tey sjálvandi eisini at gera í ár. Eisini hava tey vinfólk í Keypmannahavn, sum tey fara at hugna sær saman við millum jól og nýggjár.
- Annars vilja vit bara nýta høvi at ynskja øllum har heima eini gleðilig jól. Vónandi kunnu vit halda næstu jól heima í Føroyum, sigur Høgni at enda.