H71-StÍF 25-36 (11-18)
Krøvini til strandingar vóru púra greið, áðrenn teir leygardagin fóru á vøllin móti hoyvíkingum. Sigur og tvey stig skuldu fáast til høldar, um teir framhaldandi skulu gera sær vónir um at endurvinna FM, og uppgávan sáð heldur ikki ómøgulig út.
Hoyvíkingar hava alt árið verið í niðara enda av stigatalvuni, og hóast teir onkran dyst hava verið heilt nær við, so hava teir ongantið megnað at koppað nøkrum av oddaliðunum.
Stórur munur
Tað var eisini skjótt greitt, at strandingar als ikki ætlaðu at taka lætt upp á uppgávuna, og eftir lítlari løtu høvdu teir vunnið sær eina hampuliga trygga leiðslu.
Í fleiri av dystunum í ár hava vit sæð, at hoyvíkingar eru farnir niður við nakkanum, beinanvegin teir eru komnir aftur um við nøkrum málum, men soleiðis var kortini ikki leygardagin.
Hóast munurin rættuliga skjótt varð nakað stórur, so royndu teir meginpartin av dystinum at fáa glið á spæli. Tað var tó eisini sjónligt, at orkan ikki var eins góð, og hon var hjá strandingum, og móti endanum av hálvleikinum fóru málini av álvara at fossa inn.
Seinna umfarið byrjaði við, at hoyvíkingarnir skutu trý mál á rað, men tey, sum væntaðu at hetta var byrjanin til eitt come-back av teimum stóru, sótu vónbrotin eftir. StÍF kom nevnliga í gongd aftur, og nærri enn fimm málum komu hoyvíkingarnir ongantíð.
Trý á rað
StÍF vann sær sostatt tey bæði neyðugu stigini, soleiðis at teir enn eru við í stríðnum um gullkrónurnar. Eitt stríð, sum verður avgjørt komandi vikurnar, tá øll oddaliðini skulu leika innanhýsis uppgerðir.
Strandingar skulu royna seg móti ávíkavist Neistanum, VÍF og Kyndli á heimavølli, og megna teir at basa hesum trimum, fáa teir í minsta lagi silvur.
Støðan er ikki heilt ólík støðuni undanfarna kappingarár, men munurin er tó tann, at nú eru mótstøðuliðini ávaraði.
Hoyvíkingar skulu framhaldandi ansa sær, so teir ikki enda niðastir á stigatalvuni. Enn hava teir tveir dystir móti hinum báðum liðunum, sum eru í botninum, og hesir fara at gera av, um endastøðan hjá hoyvíkingunum skal eita fimm, seks ella sjey.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
H71: Jákup á Borg 5, Halgir Dahl Olesen 5, Eyðun H. Højgaard 5 (3), Bárður Brimvík 4, Johnny Durhuus 3, Rene Dahl Olesen 2, Allan Mørkøre 1
StÍF: Artur Johansen 9 (7), Alexandur Johansen 8, Marius Joensen 6, Pauli Hansen 4, Poli Hansen 3, Bent Durhuus 2, Jónleif Sólsker 2, Sveinbjørn Poulsen 2
Brotskøst:
H71 3, StÍF 7
Útvísingar:
H71 2, StÍF 4
Dómarar úr Neistanum:
Hjalmar Petersen og Kristian Johansen