Fer KÍ at halda fram í europeisku meistarakappingini og mikudagin at spæla í Sveis ímóti BSC Young Boys, ella fer KÍ nú at spæla í Europa liguni, har tey liðini fara, sum taptu í fyrsta umfari.
Hesin spurningurin hongur í luftini, og tað fer hann at gera inntil mánadagin. Málið er beint The UEFA Control, Ethics ans Disciplinary Body at viðgera og taka støðu. Hetta man svara til tað, sum í føroyskum høpi verður nevnt Aganevndin.
Aganevndin heldur frí um vikuskiftið. Úr Klaksvík frætta vit, at málið verður viðgjørt og endaliga avgjørt mánamorgunin. Tað er neyðugt við skjótari avgerð, tí dysturin ímóti BSC Young Boys er ásettur at vera mikukvøldið. Avgerðin verður grundað á frágreiðingina, sum UEFA umboðsmaðurin, ið var í Klaksvík, hevur sent nevndini. UEFA umboðsmaður í Klaksvík var 60 ára gamli hollendingurin Jan Willem van Dop, sum er formaður í Go Ahead Eagels. Hetta er felagið, sum Jan Allan Müller spældi við á sinni.
Sambært heimasíðuni hjá UEFA eru 16 limir í aganevndini. Formaður, tveir næstformenn og 13 aðrir limir. Meginreglan er, at allir limirnir eru við í viðgerðini og avgerðunum. Men tað er loyvt færri limum at taka avgerðir í skundmálum, og tá eigur formaðurin serligan leiklut.
Formaður í hesi nevndini er eysturríkarin Thomas Partl. Hann er 73 ára gamal løgfrøðingur, sum í 29 ár var dómari í landspartinum Ferlach. Hann hevur havt nógv álitisstørv í fótbóltinum bæði í Eysturríki og í altjóða fótbólti. Síðani 1992 hevur hann verið limur í Aganevndini hjá UEFA, og síðani 2006 hevur hann verið formaður.
Annar av næstformonnunum er danin Jim Stjerne Hansen, sum í nógv ár var aðalskrivari í danska fótbóltssambandinum DBU. Hin næstformaðurin er úr Ungarn.
Sambært heimasíðuni hjá UEFA hevur KÍ vunnið dystin ímóti Slovan Bratislava, sum skuldi havt verið í gjár, 3 – 0, men hetta er ikki endaliga avgjørt enn. Mánadagin fæst at vita hvør avgerðin hjá The UEFA Control, Ethics ans Disciplinary Body verður.