? Haldið á fram, so tit vaksa við uppgávuni

Her eru tríggjar ungar kvinnur, sum loysa úr lagdi í orðum, myndlist og tónleiki.

? Haldið á fram, so tit vaksa við uppgávuni, og innasti førningur tykkara verður ein skínandi perla, sum fer at skyggja alla ævi tykkara. Hjartaliga til lukku við hesi framsýning í orðum, tónleiki og myndum
Framsýning í orðum, tónleiki og myndum á Ribarhúsi 5. januar 2002


Hetta er ikki hissini, vildi onkur sagt, og so ungar tær eru, hesi sprundini. Soleiðis eigur tað at vera.
Tað talaða orðið manna millum í Føroyum hevur verið okkum kært. Skriftmálið er ungt, og hevur skaldskapurin fyri tað mesta liva á mannamunni. Vit kenna frá skriftini? í fyrstani var orðið og Grundtvig gamli tosar um, at málið er tað fyrsta.
Í fyrstani var tað talaða orðið í Føroyum latið í sálmasang, kvæði, sagnir og ævintýr, orðatøk, orðafelli, hittinorð o.s.fr.. Alt livdi á mannamunni. Tað var livandi, og ikki fyrr enn vit fingu okkara skriftmál fyri um leið hálvtannaðhundrað árum síðani, vórðu orðini fest á blað, og kann hugsast, at kvinnurnar framman fyri eldstaðin eru komnar við mongum hittinorðum, sum liva enn tann dag í dag á mannamunni.
Teir gomlu føroyingarnir søgdu ikki nógv, men livdu í einum sjaldsamum skaldaheimi. Myndatalan rakk so langt í teirra tilveru. Sagt verður, at hann ella hon vóru so hittinorðað og dugdu so væl at taka til, tí kann verða sagt, at tað føroyska málið er eitt poetiskt mál. Hetta kann vera ein orsøk til, at málið hevur tað snið og skap, sum tað hevur.
Nú renna mær í hugan t. d. Maria Mikkelsen, Helena Pætursson, Andrea Árting og Maria Skylv Hansen, sum eru millum tær fyrstu kvinnurnar, sum kasta hamin av sær og seta orð á prent. Hetta er ímillum 1896 til 1945. Ikki skulu vit gloyma okkara Kristinu Toftegaard ? Kristinu í Køk, sum telist millum tær fáu kvinnurnar, ið hava yrkt í Fuglafirði. Sangir og sálmar hennara eru í Heimamissiónssangbókini og Sálmabókini.
Ì dag er tað Maria Larsen , sum letur orðini í skaldskap. Hetta er ein fragd. Hon sigur, at hon er søkjandi? og eru mong skald tað - serliga ung. Jú sanniliga eru tey tað, og leita vit ikki øll eftir einum sannleika ella samleika, sum vit kunnu hugsa um, skriva um, festa á løriftið, ella siga tað i tónleiki? Men skaldini duga at tala og fáa hetta sagt á ein hátt, sum er okkum øðrum at gagni. Hetta er ein máti at gera tað uppá, at vísa á ta skapandi megina, sum er í okkum og kring okkum.

Maria, slepp ikki penninum, lat orðini í filosofiskan búna, kosmiskar birtingar, ja, kanska bara hvønndagsligar myndir, so eru vit nøgd?. men tú ert longu á veg?.
Hvør listin er størst, tað skrivaða orðið, tónleikurin ella myndlistin, ja, tað er torført at siga. Mætir menn halda, at tað er eingin munur, tí hvør listagreinin hevur sín máta at seta síni merki í tann listaliga hógvin uppá og soleiðis seta síni spor og siga frá tí kensluliga. Onkuntíð haldi eg, at tónleikurin er stórsta listagreinin, sum er menniskjum givin, og tekur tú sangin, er tað orð og ljóð, sum eru samfingin í einum tátti, sum flytir seg fram, sum ein livandi mynd her og nú.. Tak meg ikki illa upp. Lat okkum ikki taka dagar ímillum hesar greinir.
Fara vit at hugsa um tónlistina, so renna Hans J. Højgaard og Jógvan Waagstein fram fyri okkum sum teir fyrstu tónasmiðirnir her á landi.
Aftur er tað menninir, ið hava gingið á odda upp á sín máta, men forvitnisligt er at nevna Andreu Árting við Dunandi Aldan og Maria Skylv Hansen: Nornan hon spinnur sín lagnutráð. Her eru tað skrivandi kvinnur, sum hava sett ljóð á tað skrivaða orðið
Sangurin hevur staðið fuglfirðingunum næst í mong ættarlið. Eg gloymi aldri innustovusystrarnar Mariu og Kristinu, tá ið tær í kirkju og á møti sungu sálmarnar og sangirnar. Her var ein natúrligur sangur borin fram av kvinnurøddum, sum høvdu ein serligan ljóm í sær ? so yndisligur og hjartaligur. Eg kann eisini nevna Uttu hjá Victori, sum í mong ár var organistur í Siloa, og eigur einar tveir sálmar í Songbók Guds Fólks. Nevni eisini gentukórið, sum hevur borið sangin úr bygdini út um landamørk.
Tey á Støðini eru lívskunstnarar hava hetta í kjøtið borið. Hvør kennir ikki Magnus hansara gittarspæl og sang frá tíðini í Silly boys? Nú er hann eisini tónasmiður, t. d. hava vit sungið í Fuglafjarðar sangkóri: Eitt lítið fjallaland?. Magnus og Jenny eru ikki 20. fólk úr ætt. Ja, Jenny, halt á- fram við at halda teg til tónlistina og sangin, og hugvekjandi er tað, at Eyðun, beiggi Mariu, leikar undir til sangin hjá tær.
Um myndlistina er tað Ruth Smith, sum eg kundi hugsað mær at nevnt. Vit kundu eisini tikið Elinborg Lützen ella Fridu Zachariassen, men haldi meg til Ruth Smith. Hugsi, tað í ættarbondum rennur saman millum Mariu Larsen og Ruth Smith. Havi persónliga verið sera hugtikin av hesi kvinnu, sum eg haldi telist millum okkara bestu listafólk. Tá ið hon doyði 1958, helt Jóannes Kristjansen, at Føroyar mistu eitt tað mætasta listafólkið nakrantíð í Føroyum.
Verður hugt at myndum hennara, tykjast tær impressionistiskar í stílinum, men eru ekspressionistiskar í drátti, í skapi og litvali. Hugtakandi eru sjálvsmyndir hennara, har hon fer inn í seg sjálva og letur penslastrokini standa eftir sum ælingur ? tíðirnar, ið fara fram við í einum æli, eru í hennara eygnabrá í sjálvsmyndunum. Andlitið livir í ælstroyggjum.
Hon og Jóannes Kristiansen kendust væl, og er hann millum okkara besti impressionistar, so ikki sørt av litum og strokum standa teimum næst.
Fleiri kvinnur í bygd okkara hava tey seinastu árini gjørt vart við seg innan listina við málningum, vatnlitsmyndum, tekningum og áseymaðum myndum. Hetta er at frøast yvir, og soleiðis eigur tað at vera.
Myndirnar hjá Kristinu eru ein ál av eksperimenterandi ekspressionismu. Hon er farin longur fram á tí listaliga mannavegnum í okkara bygdarsøgu. So ung, sum hon er í listini. Halt áfram, Kristina ? slepp ikki penslinum. Hann er ein góður vinur, dyggur í ávikum og listaliga ein snillingur.
Listin letur seg ávirka av teimum tankum, sum eru frammi í tíðini, men tað skal eitt hegni til fyri at fáa hetta fest á løriftið. Hetta er sum við perluni, sum liggur inni í skelini. Hon skal hava eitt gott festi inni í kjarnuni, so tey evarsku smáu sandkornini fáa væl í beini, tá ið tey leggja seg til hvíldar í hesum lítla hylki og skapa perluna.
Soleiðis hevur tað verið frá fyrsta degi av, at krøvini eru komin uttanífrá til listina. Festið skal vera gott, og so legst formur og skap uttanyvir. Her eru so myndir, yrkingar og sangur borin fram av ungum kvinnum, sum hava lagt eitt festi í listina, har litir, formur, skap, orð og sangur dansa um perluna, og rópa tað, hvat tú vilt- ein perla hevur eina glæmu, eina harðheit og ein lit , sum skyggir í øllum ljósi.. .
Her eru tríggjar ungar kvinnur, sum loysa úr lagdi í orðum, myndlist og tónleiki. Haldið á fram, so tit vaksa við uppgávuni, og innasti førningur tykkara verður ein skínandi perla, sum fer at skyggja alla ævi tykkara.
Hjartaliga til lukku við hesi framsýning í orðum, tónleiki og myndum.