Haldið avtaluna um Norðoya- og Vágatunlarnar!

Tað er hugstoytt at hoyra, at fólk úr øllum flokkum á tingi tosa um at leggja Norðoyatunnilin og Vágatunnilin sum trygd fyri Eysturoyar- og Sandoyartunlunum.

 

Eg fari at minna á, at orsøkin til, at privata verkætlanin um Skálafjørð ikki gjørdist veruleiki, var, at Bjarni Djurholm, umboð fyri Fólkaflokkin, og Bárður Nielsen, umboð fyri Sambandsflokkin, heldur vildu hava eina almenna loysn, har bummgjaldið í Norðoya- og Vágatunlinum varð brúkt sum trygd fyri Skálafjarðartunlinum, soleiðis at landskassin slapp frá at veðhalda, og stóra byggiverkætlanin allíkavæl kundi fáa lægri rentu.

 

Vit mugu krevja av okkara fólkavaldu, at politiska skipanin heldur seg til tær avtalur, sum eru gjørdar, soleiðis at Vága- og Norðoyatunlarnir verða handaðir landinum til ognar, tá lánini eru afturgoldin, og tunnilsgjøldini avtikin. Vit hava eisini sæð tveir løgfrøðingar úttala seg um júst hendan spurningin, og báðir koma til somu niðurstøðu, nevniliga at tað er einki í lógini, ið leggur upp til, at tunnilsgjøldini skulu halda fram, eftir at lánini eru afturgoldin.

 

Samhaldsfesti

Tað hevur fleiri ferðir verið ført fram, at tunnilsgjaldið skal verða tekin um samhaldsfesti, men eg kundi hugsað mær at fingið at vita, hvørjum hetta samhaldsfesti skal vísast ímóti.

Vit kunnu taka tveir borgarar og kalla teir A og B. Annar býr á Eiði og hin í Klaksvík. Tá teir keypa sær bil, rinda báðir skrásetingargjøld og MVG til landskassan. Tvær ferðir um árið rinda báðir veggjald til landskassan, og hvørjaferð A og B fylla brennievni á bilarnar, rinda teir eini 40% av kostnaðinum til landskassan.

Men tá A setur seg í bilin og koyrir gjøgnum tunlar og brýr til Havnar, rindar viðkomandi ikki eina krónu - men hvørja ferð B skal koyra millum Klaksvík og Leirvík skal hann gjalda eitt ”samhaldsfast” gjald.

Tunnilsgjøldini eru beinleiðis við til at gera mismun millum borgarar og ikki minst vinnulív í Vágum og Norðoyggjum. Tunnilsgjaldið var einasti møguleikin fyri, at verkætlaninar við undirsjóvartunlunum kundu koma skjótast í gongd, og tað eri eg eisini glaður fyri. Vit hava hildið okkara avtalu – nú má tingið halda sín part av avtaluni.

Tað er skilligt, at borgarstjórarnir á Skálafjørðinum taka undir við einari loysn, har tunnilin um Skálafjørðin verður við til at fíggja Sandoyartunnilin, tí teir vilja sjálvandi gera alt fyri at fáa sín tunnil. Men tær teytirnar eru greiðar og góðkendar frammanundan, og tí er tað í lagi.

 

Sel BankNordik

Lat meg sláa fast, at skal meiri peningur finnast til at fíggja Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin, so skal hann ikki finnast við at leggja eykagjald á vágafólk og norðoyingar. Einskiljið heldur seinasta triðingin av BankNordik, sum eg onga meining síggi í, at vit sum land framhaldandi skulu eiga ognarpart í. Bankin skal virka á jøvnum føti við hinar bankarnar í Føroyum, hann hevur stór áhugamál uttan fyri Føroyar, og hann verður rikin sum ein og hvør annar banki. Hóast Føroya fólk eigur ein triðing av teirra virksemi, so gevur hetta okkum ikki serligar møguleikar fyri bíligari fígging ella ágóðar.

Skulu Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin fíggjast av Norðoya- og Vágatunlunum, hava norðoyingar og vágafólk als onga trygd fyri, at tunnilsgjaldið verður avtikið, og vit kunnu enda í eini støðu, har gjøldini í Norðoya- og Vágatunlunum enntá verða hækkað.

Tí skal politiska skipanin halda seg til upprunaligu avtaluna, soleiðis at Vága- og Norðoyatunlarnir verða handaðir landinum, tá lánsgjøldini eru niðurgoldin.

 

Jógvan Skorheim,

borgarstjóri í Klaksvík