Halgerð vann skotlandsferð á bingo

Tá Halgerð gekk og keddi seg ein dagin í mars, spurdi maður hennara, hví hon ikki bara fór á bingo. – Hon fór og kom aftur við høvuðsvinninginum, sum var ein ferð fyri tvey í bili við Norrønu til Skotlands

Summar

 

Á fyrstu ferðini við Norrønu til Scrabster hittu vit fýra fólk, sum fóru til Skotlands at ferðast. Hesi vóru hjúnini, Jóhanna og Ingvard Olsen av Glyvrum og Halgerð og Gunnar Reynslág av Argjum.

Jóhanna og Halgerð eru systrar, og Ingvard og Gunnar eru trímenningar.

Søgan aftanfyri hesa ferðina byrjar eitt kvøldið seint í mars í ár.

 

Á bingo

- Halgerð gekk og keddi seg, tá eg spurdi, hví hon ikki bara fór á bingo, sum lýst var at vera í B36-húsinum hetta kvøldið.

Gunnar ásannar, at tað loysti seg at “senda” konu sína avstað, tí tá hon kom aftur, hevði hon vunnið høvuðsvinningin, sum var ein ferð fyri tvey við bili til Skotlands við Norrønu.

- Vit eru nógv saman við Jóhonnu og Ingvardi, so vit spurdu tey, um tey høvdu hug at koma út at ferðast saman við okkum.

Pørini hava fleiri ferðir ferðast saman, bæði her heima í Føroyum, men eisini uttanlands, eitt nú í Noregi, Skotlandi og Íslandi.

- Vit síggjast ofta, og vit hugna okkum ordiliga, tá vit eru saman. Er ikki veður til annað, sita vit inni og spæla kort og onnur spøl, tá vit eru saman.

Tá tey vóru yngri, og børnini ikki vóru vaksin, vóru tey ofta útferðir saman, og tá vóru børnini sjálvsagt við.

- Nú eru vit meira leys, og tað er so sanniliga eisini stuttligt at ferðast saman við sínum javnaldrum og vinfólki annars, eru tey tey fýra samd um.

 

Nairn-karavan

Hendan ferðin hjá Halgerð, Gunnari, Jóhonnu og Ingvardi verður í húsvogni í Nairn, ella Nairn-karavanum, ið er eitt av fleiri tilboðum, sum Smyril Line hevur til ferðandi, ið hava hug at ferðast í Skotlandi.

- Vit verða 10 dagar heimanífrá og fara soleiðis heimaftur við Norrønu úr Scrabster mikudagin.

Tað er serliga Halgerð, ið hevur studerað Nairn-karavanirnar væl, og hon veit at siga, at húsvognurin, sum tey skulu búgva í, hevur tvey sovikømur, stovu, køk og baðirúm.

- Vit hava ikki roynt hetta áður, men hetta sær ógvuliga gott út. Hetta eru ikki vognar á hjólum, men meira sum góðar barakkir. Talan er soleiðis um eina heila bygd – eina karavanbygd, sigur Halgerð.

Gunnar hevur eina systir, sum býr heilt niðri í Luton í Onglandi, men á hesi ferðini fara tey ikki at vitja hana.

- Vit hava einar tvær ferðir koyrt longu leiðina niður til Luton at vitja systir mína, sum var gift onglendingi, men sum nú er einkja, sigur Gunnar Reynslág.

 

Gleddu seg

Tá vit hittu tey fýra umborð á Norrønu, vóru tey sera spent upp á ferðina í Nairn.

- Hetta er eitt barnavinarligt øki við nógvum møguleikum, sigur Jóhanna.

Tá vit spyrja hana, um tað nyttar nakað fyri tey fýra, sum ikki eru børn longur, at fara til eitt barnavinarligt øki, er hon skjót at svara:

- Hóast vit eru bæði ommur og abbar, gleða vit okkum sum børn til hesa ferðina – ella sum sagt verður í onkrari av lýsingunum um at ferðast: Gleð teg sum eitt barn.

Og tað gera tey fýra, eingin ivi um tað.

 

Ymiskt lív

Meðan Ingvard hevur arbeitt hjá Føroya Tele – ella Telefonverk Føroya Løgtings - at kalla alla sína tíð, hevur Gunnar tikist við eitt sindur av hvørjum.

- Eg byrjaði sum linjumaður, síðan sum kaðalmaður, og at enda var eg formaður á kaðaldeildini.

Ingvard er í dag 72 ára gamal, og tá hann gavst hjá Føroya Tele sum 67 ára gamal, hevði hann verið í tænastu hjá telefonfelagnum at kalla alt sítt lív.

- Hann fekk medalju frá Føroya Tele fyri trúgva tænastu hesi mongu ár, leggur Jóhanna aftrat.

Jóhanna hevur arbeitt hjá Nes sóknar Sjúkrakassa í eini 20 ár, men sum ung arbeiddi hon eisini í fiski á Bakkafrost. Hon hevur handilsskúla og skrivstovuútbúgving.

 

Skrivstovumaður

Gunnar starvaðist sum bankamaður í eini 11 ár og var skrivari í Argja kommunu í eini 14 ár.

Hann hevur arbeitt sum grannskoðari í hálvt fjórða ár. Í sløk tvey ár starvasðist hann hjá Føroya Fiskavirking – og síðan fór hann í fraktina at arbeiða hjá Faroe Travel.

- Nú arbeiði eg aftur við bókhaldi, sigur hann.

Halgerð hevur eitt nú arbeitt hjá Skipaeftirlitinum.

 

Grátt - men gott

Tað var gott veður, klárt og lýtt, hetta mánakvøldið, tá vit nærkaðust Scrabster. - Vit hava hugt at veðurvánunum á kortinum. Sambært forsøgnini sær tað eitt sindur gráligt út um hesar leiðir teir næstu dagarnar, sigur Gunnar Reynslág.

Men Jóhanna Olsen er optimist.

- Eg vænti, at vit fáa gott veður komandi dagarnar, tí veðrið broytist so skjótt um summarið, leggur hon aftrat.

Vit ynskja teimum fýra eina góða ferð og takka fyri, at vit kundu órógva tey á hesi fyrstu almennu ferðini til Scrabster við Norrønu.