TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Halgir Dahl Olesen, hjálparvenjara hjá H71, aftaná 24-25 tapið hjá H71 ímóti VÍF í tí fyrstu FM-finaluni.
Halgir heldur, at hansara menn løgdu eitt gott avrik fyri dagin, men tað hjálpir ikki so nógv, tá ein stendur eftir við einum tapi. Hann staðfestir, at nú hevur H71 tapt fimm ferðir ímóti VÍF hetta kappingarárið, men fyri hvørja ferð kemur VÌF nærri einum tapi ímóti H71. Og sambært Halgiri, so kemur júst tað tapið komandi leygardag í aðru FM-finaluni, sum verður leikt í Vestmanna.