Nær fekk løgreglan fráboðan um, at onkur hevði brotið inn í Rúsuna í Saltangará?
- Vit fingu boðini klokkan 05.40 leygarmorgunin, og tað var Ansni, sum meldaði innbrotið.
Veit løgreglan, hvør óbodni gesturin var?
- Ja, ein maður miðskeiðis í 20-unum varð tikin í økinum stutt eftir fráboðanina. Hann varð fluttur á løgreglustøðina í Havn.
Var talan bæði um innbrot og stuldur?
- Kanningarnar eru ikki lidnar enn, men ungi maðurin hevði brotið inn – og hevði forsýnað seg, áðrenn hann slapp sær útaftur úr Rúsuni.
Er maðurin latin leysur aftur?
- Ja, tá hann var vorðin so frægur, og avhoyringarnar vóru lidnar, varð hann latin leysur aftur.