Tann 27. mars 2021 verður stórt tiltak í Høllini á Hálsi í Havn.
Tá verður Hallarnátt.
Fleiri stór tónleikanøvn, verða at hoyra í Høllini á Hálsi 27. mars 2021. Carpark North, Janus Wiberg, Mads Langer & Malte Ebert, betri kendur sum Gulddreng.
- Vit taka korona tilmælini í størsta álvara, og tí hava vit gjørt avtalur við okkara booking feløg, um at veita trygd fyri eini tónleikaframførslu, hóast tað skuldi hent seg, at tiltakið upplýsta dato, verður avlýst vegna korona.
- Vit kunnu í hvussu so er veita trygd fyri eini konsert í heimsklassa, sigur Janus Wiberg Mortensen, sum saman við Søren Balsner frá Carpark North er fyriskipari.
- Vit kunnu siga við vissu, at konsertin verður. Tað ber til at halda konsertina í fleiri umførum. Í ringasta føri verður hon útsett,. Avtala er gjørd við bókingarfeløgini, at alt eftir hvussu støðan er, kann konsertin útsetast ella skipast í bólkum, so tað slepst undan, at alt ov nógv fólk savnast, sigur Janus Wiberg, sum leggur dent á, at tiltakið í hvussu er verður veruleiki.
##med2##