Hallby má spæla dystir móti fimtbesta liðnum í næstbestu deildini

Liðið hjá Pæturi Mikkjalssyni og Róa Ellefsen á Skipagøtu hevur enn ikki bjargað sessinum í bestu svensku hondbóltsdeildini

Í dag vóru seinastu dystirnir í grundspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini leiktir.

 

Pætur Mikkjalsson, Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby spældu á útivølli móti verandi meistarunum, Kristianstad.

 

Hallby tapti dystin 30-34. Heimaliðið var á odda 18-15 í steðginum.

 

Rói skoraði trý mál og legði upp til seks mál í dystinum.

 

Hallby endaði á ellinta og fjórðaftasta plássinum í grundspælinum við 19 stigum.

 

Hallby má tí spæla dystir móti fimtfremsta liðnum í næstbestu deildini, Vinslöf sum fekk 26 stig í 26 dystum. Samlaði vinnarin spælir í bestu deildini komandi kappingarár. 

 

Í flestu førum vinnur liðið frá hægru deildini hesar dystirnar, men ikki altíð, og tí fara Pætur, Rói og liðfelagarnir í Hallby als ikki at taka lætt upp á dystirnar móti Vinslöf.

 

Sävehof, ið fyri langari tíð síðani hevur vunnið grundspælið vann í dag - uttan Óla Mittún á liðnum - 32-31 (18-17) á Karlskrona á útivølli. 

 

Sävehof endaði á 41 stigum. Næstfremst er Ystad við 34 stigum. 

 

Komandi týsdag klokkan 17.45 spælir Sävehof seinnu áttandapartsfinaluna í EHF European League móti týska liðnum, Hannover-Burgdorf í Partille. Hannover-Burgdorf vann fyrra dystin 34-30 (18-14).