Hallið á fíggjarlógini er í lagi

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum sigur, at hallið á fíggjarlógaruppskotinum er í lagi. Sambært Jenisi av Rana er fíggjarlógaruppskotið eitt framhald av politikkinum hjá fyrrverandi samgongu.

Formaðurin í Miðflokkinum heldur, at fyri Miðflokkin er fíggjarlógaruppskotið sum heild gott, tí talan er um framhald av politikkinum hjá undanfarnu samgongu, sum Miðflokkurin jú var partur av. Jenis av Rana vil enntá verða við, at samgongan hevur "adopterað" fíggjarlógaruppskotið hjá farnu samgongu.
Viðvíkjandi hallinum á fíggjarlógaruppskotinum sigur Jenis av Rana, at tað er í lagi. ? Tað er í lagi í hesum tíðum at hava eitt lítið hall, tí annars hevði tað gingið út yvir vanliga borgaran, sigur hann.

Vit høvdu planlagt allar nýggju íløgurnar
Jenis av Rana sigur, at hann heldur tað verða øgiliga lítið nýtt at síggja í fíggjarlógaruppskotinum. ? Vit høvdu planlagt alt við nýggju íløgunum, bæði viðvíkjandi tunnli í Suðuroynni, og viðvíkjandi miðnámsskúlanum í Suðuroynni, sigur hann.
? Eg dugi heldur ikki at skilja, hví man skal leggja avgjald á sodavatn, ið er ein føroysk framleiðsla, heldur enn at leggja tað á útlendskt søtmeti, ið verður innflutt til landið. Hetta kann kosta arbeiðspláss her á landi, og tað hevði tað ikki gjørt, um tað var umvent, sigur Jenis av Rana.
? Teir hava eisini sett í fíggjarlógaruppskotið at selja íbúðarbygningarnar hjá landssjúkrahúsinum. Hetta tykist løgið, tí tað høvdu vit eisini í uppskotinum hjá farnu samgongu, men tá tosaði serliga javnaðarflokkurin harðliga ímóti. Teir søgdu eisini, at upphæddin, ið tá var ásett fyri bygningarnar var alt ov høg, men í hesum fíggjarlógaruppskotinum er upphæddin júst tann sama, sum hon var í okkara, greiðir Jenis av Rana frá.

Fegnast um økta menningarhjálp
Ein játtan á fíggjarlógaruppskotinum, sum er nógv vaksin í mun til undanfarin ár, er menningarhjálpin, og tað er Jenis av Rana sera fegin um. ? Játtanin til menningarhjálp er farin úr 300.000 krónum upp í tríggjar milliónir, og tað haldi eg er sera gleðiligt, hóast upphæddin enn er ov lítil. Nú ræður bert um, at tað fer at bera til hjá ymiskum felagsskapum at fáa hendur á hesum pengum, tí tað hevur verið ein trupulleiki orsaka av sera strongum krøvum til hesar felagsskapir frá landsstýrinum, sigur formaðurin í Miðflokkinum.
Jenis av Rana sigur seg tó verða eitt sindur bangnan um ein tendens, ið eftir hansara tykki er at síggja sum ein reyður tráður gjøgnum alt fíggjarlógaruppskotið. ? Nógvar smáar játtanir eru skerdar munandi. Til dømis eru Javni, Sinnisbati, MBF, Blái Krossur og Deyvahúsið skorin við 10 prosentum. Hetta eru smáar upphæddir, ið talan er um, og tær gera sera lítlan mun í landskassanum, men stóran mun hjá hesum felagsskapum, ið heldur áttu at fingið eina tøkk fyri tað sjálvbodna arbeiði, ið tey gera, sigur Jenis av Rana.
Formaðurin í Miðflokkinum sigur eisini, at hann heldur ikki skilir sparingarnar í miðfyrisitingini, og hann saknar grundgevingar fyri hesar sparingar frá landsstýrinum.