Hallið hjá tí almenna, sum eru landið, kommunurnar og sosialir grunnar, var 242 milliónir krónur í 2012. Tað eru 33 milliónir minni enn í 2011, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Hinvegin hevði landið einsamalt eitt hall á 241 milliónir krónur í fjør og tað er 38 milliónir meiri enn í 2011. Hagstovan sigur, at orsøkin til at hallið minkar sum heild, er, at inntøkurnar veksa skjótari enn útreiðslurnar. Í 2012 vuksu inntøkurnar 107 milliónir krónur og útreiðslurnar vuksu 74 milliónir krónur. Orsøkin til at inntøkan er hækkað, er eina mest tí, at inntøkurnar av avgjøldum og sosialum tryggingargjøldum, eru hækkaðar. Vøksturin í útreiðslunum er frá íløgum, rentum og nýtslu. Hinvegin minkaðu veitingarnar nakað, mest tí arbeiðsloysið var minni í 2012 enn í 2011. Hagstovan sigur, at 2012 var fimta árið á rað, at tað almenna hevði hall. Størsta hallið var í 2009, tá ið tað var 569 milliónir krónur. Hallið í 2012 er tað minsta hesi fimm árini, við tað, at tað er 1,8 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Annars høvdu kommunurnar eitt avlop uppá 33 milliónir í fjør sum er áleið tað sama sum undanfarnu tvey árini. Sosialu grunnarnir fingu eitt hall tilsamans uppá 34 milliónir, tað er 78 milliónir minni enn í 2011. Orsøkin er, at minni varð útgoldið av arbeiðsloysisstuðli í 2012. Myndin niðanfyri vísir samanløgdu inntøkurnar og útreiðslurnar og avlopið frá 1998 til 2012. Myndin vísir, at hallið í 2008 og 2009 stavar serliga frá útreiðsluvøkstrinum í 2008 saman við minkandi inntøkum. Myndin vísir eisini, at minkandi hallið í 2010 til 2012 stavar serliga frá, at inntøkurnar vaksa meira enn útreiðslurnar. |