AC Horsens og Hallur Hansson vunnu seg í evstu løtu upp á 8. pláss, sum gevur atgongd til tann – á pappírinum – lættara av niðurflytingarbólkunum, sum tó kunnu enda við at geva atgongd til Europa League, um heilt væl spælir av.
Hallur Hansson skoraði sjálvur tvey mál, tá AC Horsens í gjár vann 3-2 á Brøndby IF. Fyri at blíva nummar átta, mátti AC Horsens fáa hjálp frá Hobro, sum spældi móti Lyngby. Í yvirtíðini javnaði Hobro og AC Horsens yvirhálaði Lyngby á stigatalvuni. Tað fegnast Hallur eisini um.
- Eg skal keypa teimum øllum eina pilsnar, tað lovi eg. Hetta er framúr, fantastiskt og stórt rós til teir. Eg hevði heldur ikki væntað hetta, tá tríggir teir seinastu dystirnir hjá okkum vóu móti FCK, FC Midtjylland og Brøndby, sigur Hallur Hansson við TV3+.
Við sigrum á FCK, FC Midtjylland og Brøndby, og hjálp frá Hobro, hevur AC Horsens vunnið seg í niðurflytingarbólk 2 saman við Randers FC, Hobro og Esbjerg.
##med2##
AC Horsens – Brøndby 3-2 (0-1)
0-1 Anthony Jung (18.)
1-1 Hallur Hansson (52.)
2-1 Hallur Hansson (60.)
2-2 Sigurd Rosted (64.)
3-2 Peter Therkildsen (90.)