Hallur er á veg til Vejle

Viljormur Davidsen, sum í gjárkvøldið noyddist skaddur av vøllinum, verður nú liðfelagi við Hallur Hansson

So er tað avgjørt, hvar fótbóltsframtíðin hjá Halli Hansson verður.

 

Liðformaðurin á landsliðnum, Hallur Hansson, hevur verið uttan felag, síðani í summar, tá ið sáttmálin millum hann og AC Horsens, har fyrrverandi HB venjarin Jens Berthel Askou er venjari, varð strikaður.

 

Hallur hevur vant fyri seg sjálvan í YNDI og viðhvørt saman við B36. Tað hevur verið gitt og spátt, eitt nú at hann næsta ár skal spæla við KÍ.

 

Nú er tað greitt, at Hallur Hansson fer at spæla við Vejle Boldklub, sum er í superliguni, har felagið stríðist fyri at halda tørn um plássið í bestu deildini. Í løtuni sær tað ikki so gott út, tí Vejle er aftast við tveimum stigum, nú 11 umfør eru avgreidd. Tað eru níggju stig fram til uppflytararnar í Viborg, sum eru triðiaftast.

 

In.fo hevur verið í sambandi við Hall Hansson, sum onga viðmerking hevur til tíðindini um, hann nú fer at spæla við Vejle.

 

In.fo veit, at Hallur Hansson í dag er í ferðalagi við Viljorm Davidsen, sum er á veg aftur til Vejle, har hann hevur verið seinastu árini og er skrásettur fyri fleiri enn 200 dystir á besta liðnum. Í gjárkvøldið noyddist Viljormur skaddur av vøllinum. Hann er skaddur í lærkrikanum, og tað er ikki greitt, hvussu leingi hann verður burtur frá fótbólti, og um hann verður tøkur, tá ið landsliðið um ein mánað skal spæla á útivølli ímóti Danmark og Ísrael.

 

Sunnudagin fer Vejle at spæla á útivølli ímóti Brøndby.