AC Horsens, við Halli Hansson á vøllinum frá byrjan, vann í dag 2-1 á Seongnam FC úr Suðurkorea. Landsliðsmiðvallarin skoraði annað málið.
Les eisini: (Video) Her er málið hjá Brandi Hendriksson Olsen
Heimasíðan hjá AC Horsens skrivar, at talan var um rennibólt til føroyska miðvallaran, sum var tryggur frammanfyri málinum.
AC Horsens kom á odda aftaná ellivu minuttir, meðan Hallur Hansson økti longu aftaná 21 minuttir. Hallur Hansson spældi allan dystin.
Í gjár skoraði ein annar landsliðsmiðvallari fyri fyri sítt superligalið. Tað var Brandur Hendrikson Olsen, sum skoraði fyri Randers FC. Í báðum førum er talan um venjingardystir.
AC Horsens – Seongnam FC 2-1 (2-0)
1-0 11. Kim Aabech på straffe (11.)
2-0 21. Hallur Hansson (21.)
2-1 Ui-Jo Hwang (49.)
AC Horsens: Steve Clark, Mikkel Jespersen, Bubacarr Sanneh, Martin Albrechtsen (Elfar Freyr Helgason, 62.), Frederik Møller, Jeppe Mehl (Mads Bech, 46. (Mikkel Qvist, 77.)), Hallur Hansson, Mathias Nielsen (Thomas Kortegaard, 69.), Lasse Kryger, André Bjerregaard (Kjartan Finnbogason, 69.), Kim Aabech (Niels Lodberg, 87.)