Floksting
Regluliga floksting Tjóðveldisins varð hildið í besta veðri í Skálavík fríggjakvøldið og allan leygardagin.
Tað var formaðurin í aðalstjórn floksins, Hallur Ellingsgaard, sum setti tingið.
Grannskoðaður roknskapur varð framlagdur og samtyktur.
Roknskapurin vísti, at ársúrslitið er eitt hall upp á slakar 270.000 krónur. Útreiðslurnar til løgtingsvalið í januar 2008 gjørdust tilsamans 720.000 krónur.
Tjóðveldi er annars væl fyri og styrkir seg til komandi løgtingsval, sum sagt verður.
Sama nevnd
Áki Jacobsen hevur verið kassameistari síðan 2002, og hann heldur fram í starvsnevndini eins og restin av nevndini.
Sólfríð Fjalsbak, sum eisini er forkvinna í Demokratia, læt seg til flokstingið hesaferð stilla upp móti aðalstjórnarformanninum, Halli Ellingsgaard, men tá avtornaði, dró Hallur longra stráið og heldur fram sum formaður.
Eftir val av starvsnevnd á flokstinginum í Skálavík fríggjakvøldið, er greitt, at øll starvsnevndin heldur fram.
Í nevndini eru Høgni Hoydal, floksformaður, Tórbjørn Jacobsen, politiskur næsformaður, Hallur Ellingsgaard aðalstjórnarformaður og ópolitiskur næstformaður, Sjúrður Skaale, nevndarlimur fyri tingmanningina, Jónfríð Hjelm, vanligur nevndarlimur og Barbara Holm, nevndarlimur fyri Unga Tjóðveldi.
Áhugaverdar røður
Leygardagurin byrjaði við formansfrágreiðingini hjá Høgna Hoydal, og síðan var orðaskifti.
Eftir døgurða leygardagin var politiskt orðaskifti undir heitinum “Nýggjar leiðir í búskapi, tilfeingi, umhvørvi og mentan”
Her vóru fleiri áhugaverdar framløgur, sum vit fara at venda aftur til í Sosialinum í hesi vikuni.
Jóhanna Olsen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, tosaði um umhvørvismál, Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, røddi um tilfeingismál, Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron, hugleiddi um fíggjar-og búskaparmál og Petur Pálson, lærari, yrkjari og tónleikari, hevði áhugaverdar hugleiðingar um mentamál.
Seinast á flokstinginum leygardagin varð yvirlýsing skrivað og samtykt, sum vit endurgeva á blaðsíðu 27 í dag.
Góð ársveitsla
Tá seinasta orðið varð sagt á sjálvum flokstinginum fóru fólk at fyrireika seg til ársveitslu.
Á sjálvum flokstinginum vóru umleið 70-80 fólk, og á leið sama tal var við til hugnaligu veitsluna í Kelduni í Skálavík, har eitt nú Fríðhild Winther í Skopun stóð fyri undirhaldinum.