Hallur skaddur av vøllinum

- Tað er bara eitt slag, sigur Hallur Hansson, sum eisini bleiv spýttur í andlitið

Í seinasta dystinum fyri AC Horsens undan landsdystunum móti Lettlandi og Ungarn, er Hallur Hansson farin skaddur av vøllinum. Hann spældi 80 minuttir, áðrenn hann bleiv skiftur út í Superliga dystinum móti Randers FC.

 

Hallur Hansson, sum eftir 73 minuttir hevði runnið mest av AC Horsens spælarunum, tveitti seg niður eftir bóltinum, tá ein spælari traðkaði á knæið hjá føroyska landsliðsspælaranum. Hallur Hansson tóktist fáa sera ilt, tí hann kláraði ikki at traðka til, tá hann kom á føtur aftur, men mátti fáa hjálp at koma av vøllinum.

- Tað er bara eitt slag og eg merki av tveimum dobbum í knænum, men eg eri klárur til landsdystirnar, sigur Hallur Hansson við TV3 Sport.

Fyrr í dystinum var hann í hornatøkum við ein spælara hjá Randers FC, sum tóktist spýta eftir honum. Tað sást ikki greitt á upptøkunum, men reaktiónin hjá Halli Hansson var ikki til at taka feil av. Tí bleiv hann eisini spurdur um hendingina.

- Ja, hann spýtti meg í andlitið. Mær dámar væl, at spælarar leggja nógv fyri, men tað er ikki í ordan at spýta,  sigur Hallur Hansson. 

 

AC Horsens vann útidystin móti Randers FC 1-0. Dysturin var annars eitt meistarverk í vánaligum fótbólti. Hvørki av liðnum kláraði at spæla nakað serlig, men onkrir møguleikar vóru.