Hallur sleppur kanska á vøllin í juli

Betri deildin menn: Hallur Hansson hevur skift til KÍ, men spælir ikki fyribils

Mynd: (ki.fo) Hallur Hansson og Tummas Lervig, formaður í KÍ

KÍ boðaði í vikuni frá, at Hallur Hansson er nýggjur spælari í felagnum. Partarnir hava gjørt ein trý ára sáttmála, men tað gongur rúm tíð, áðrenn liðskiparin á landsliðum verður at síggja á vøllinum aftur.

 

- Eg eri skaddur enn. Tá ið eg fekk skaðan í oktobur, vóru boðini, at eg ikki kundi út á vøllin aftur, fyrr enn um 9 til 12 mánaðir. Tað hevur gingið fínt við endurvenjingini. Eg havi ikki havt nakað afturstig enn, so eg havi eina lítla vón um, at eg kann byrja at fara út á vøllin aftur í síðsta parti av juli, sigur Hallur Hansson í samrøðu við heimasíðuna hjá KÍ.

 

Hallur Hansson hevur spælt meginpartin av síni yrkisleið uttanlands, men hann sær ikki skiftið til KÍ sum eitt afturstig.

 

- Eg eri spentur upp á tær avbjóðingarnar, sum eru fyri framman. Eg síggi hetta ikki sum eitt afturstig á mínari fótbóltsleið, tí KÍ hevur stórar og greiðar málsetningar, og har vil eg eisini vera – í einum umhvørvi har ein allatíðina skal betra seg, og fótbóltsavbjóðingarnar eru góðar, sigur Hallur Hansson.

 

Miðvallarin heldur nú fram við endurvenjingini, sum partvís verður í Klaksvík. Eftir eitt langt lív í yrkisfótbólt, so hevur stríðsmaðurin havt gott av einum steðgi frá fótbóltinum.

 

- Mín uppgáva er nú er at koma fyri meg og vera ein partur av liðnum. Eg fari at venja í Klaksvík regluliga, inntil eg eri klárur at venja við á vøllinum. Eg havi onkursvegna notið gott av at havt ein steðg frá fótbólti í eina tíð, men nú gleði eg meg ómetaliga nógv til, at eg kann sleppa at spæla fótbólt aftur, sigur Hallur Hansson.

 

KÍ spælir í dag móti EB/Streymi í landskappingini.

 

Mynd: (ki.fo) Hallur Hansson og Tummas Lervig, formaður í KÍ