Hallur: Takk til spælararnar og Bo

Føroyski landsliðsspælarin takkar gamla venjaranum, spælarunum og viðhaldsfólkunum í Horsens

AC Horsens og Hallur Hansson hava í dag uppsagt sáttmálan millum partarnar. Eftir fimm ár í AC Horsens, er Hallur Hansson nú uttan sáttmála. Hann takkar millum annað gamla venjaranum fyri gott samstarv.

 

– Um eg skal verða erligur, so hava tað verið nógvar góðar og harðar tíðir, men samanlagt hevur tað verið ein fragd. AC Horsens er eitt felag, sum hevur stóran týdning fyri meg. Eg vil sjálvandi takka starvsfólki, liðfeløgum, Bo Henriksen og viðhaldsfólkunum, tí eg havi havt tað gott og kent meg heima, síðani dag eitt, sigur Hallur Hansson.

 

29 ára gamli havnarmaðurin hevur verið settur í samband við Brann í Norra.

 

– Sum fyrrverandi liðskipari, fótbóltsspælari og fjeppari vil eg bara siga takk fyri tey seinastu fimm árini. Nú eri eg til reiðar at taka næsta stigið. Eg eri spentur upp á framtíðina, sigur Hallur Hansson

 

Tað bleiv til 156 dystir fyri Hall Hansson í AC Horsens.