Hallur til Víking ella B36

Nógv bendir á, at Hallur Hansson hevur tikið eina avgerð

Tað verður heldur í dag enn morgin, at tað verður kunngjørt hvørjum Hallur Hansson kemur at spæla við komandi hálva árið.

 

Les eisini: Her endar Hallur

 

Landsliðsmiðvallarin er leysgivin í danska AaB og skiftir til føroyskan fótbólt. At byrja við vóru fýra feløg, sum tóktust hava møguleikan at fáa Hall Hansson. Tey vóru HB, B36, Víkingur og EB/Streymur, umframt at B68 skal hava verið áhugað.

 

HB hevur meldað seg úr stríðnum, eftir at bæði René Shaki Joensen og Poul Ingason komu til felagið. Tað hevur verið ógreitt hvussu áhugaðir EB/Streymur hava verið í at fáa miðvallaran. Sum skilst, so eru teir heldur ikki í myndini longur.

 

Eftir eru B36 og Víkingur, sum bæði hava víst miðvallaranum stóran áhuga. Leingi ljóðaði, at B36 var favorittur at fáa undirskriftina frá miðvallaranum. Sum skilst, so er áhugin úr Gøtu og Leirvík sera stórur fyri at knýtt miðvallaran at hópinum.

 

Helst fyriliggur ein avgerð heilt skjótt um hvar Hallur Hansson spælir komandi hálva árið.