HB-miðvallarin Hallur Hansson royndar venur í hesum døgum í danska superligafelagnum AaB.
20 ára gamli Hallur Hansson hevur áður roynt seg uttanlands. Hann var eitt skifti í skotska felagnum Aberdeen. Síðani hann kom heim aftur til Føroya at spæla, hevur hann spælt fyri HB.
Hallur hevur tó hug at sleppa av landinum aftur at spæla fótbólt, og komandi dagarnar skal hann vísa síni evni í AaB, sum áður hevur havt fleiri føroyskar spælarar í hópinum.