Hallur: Vit eru ikki betri enn hetta

(FM1) Hoyr ein sjálvatfinningarsaman Hall Hansson taka samanum Nations League kappingina

- Vit eru ikki betri enn hetta. Orðini eigur Hallur Hansson aftaná 1-1 javnleikin á útivølli ímóti Malta, ið merkir eitt triðja pláss til Føroyar í bólki 3 í Nations League Deild D.

 

Á jaligu síðuni er Hallur Hansson lættur um, at Føroyar av øllum illum við javnleikinum sluppu undan niðasta styrkisbólkinum til komandi EM-undankappingini har drigið verður 2. desember.

 

Hallur Hansson heldur ongantíð, at tað var realistiskt, at Føroyar fóru at vinna ein so sterkan bólk sum tann, ið vit endaðu í við Kosovo og Aserbadjan.

 

Hallur Hansson heldur, at Føroyar eru eitt betri lið enn Malta, og hann heldur, at Føroyar í 8 av 10 førum hevði vunnið á Malta, men tað vóru nervar á í kvøld, og tað var órógvandi.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Hall Hansson beinleiðis á FM1 aftaná 1-1 javnleikin ímóti Malta.