##med2##
Annars fasti liðskiparin, Hallur Hansson mátti í dag byrja á beinkinum tá Føroyar vunnu 2-1 á Litava. Hallur kom á vøllin tá seinni hálvleikur var hálvrunnin: - Vit reisa okkum sterkt aftur, sigur Hallur um lítla niðurtúrin í byrjanini av dystinum, og sipar til hvussu liðið vann seg upp á eina 2-1 leiðslu undan steðginum.
Í allari gleðini um sigurin og tey trý stigini staðfestir Hallur, at Litava var ikki heilt á sama støði sum Luksemborg og Turkaland: - Vit eru betri enn Litava, og tað vísa vit eisini í kvøld, sigur Hallur.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Hall Hansson.