Hált um alt landið

Landsverk boðar í morgun frá, at tað er hált er um alt landið.

 

Tað er jarðrok á Vestmannavegnum og á Oyndarfjarðarvegnum.

 

Tað er sera hált í Gøtudali, frá rundkoyringini í Gøtudali og niðan á Varmakeldueiði.

 

Tað er ikki koyrandi á Oyggjarvegnum og til Syðradal á Streymoynni.

 

Tað eru vánalig koyrilíkindir á Gjáarvegnum.