Hálv millión úr Føroyum til børn í Sýria

Føroya Landsstýri og Føroya størsta vinnufyritøka, P/F Bakkafrost, hava valt at stuðla kreppuraktu børnunum úr Sýria, sum í løtuni uppliva størstu menniskjaligu vanlukku í nýggjari tíð.

 

Nærum 9 milliónir børn úr Sýria stríðast hvønn dag fyri at yvirliva. Seinastu 5 árini hava verið merkt av ótta, ótryggleika og tørvandi atgongd til tað mest grundleggjandi sum reint vatn, mat og skúlagongd.

 

Nú hava bæði Føroya landsstýri og Føroya størsta vinnufyritøka, P/F Bakkafrost, valt at stuðla kreppuraktum børnum úr Sýria við ávikavist 300.000 og 200.000 kr.

 

Henda hálva milliónin úr Føroyum fer óskerd til at styrkja um barnahjálparmiðstøðirnar hjá UNICEF í Jordan, har mongu flóttarbørnini úr Sýria kunnu fáa mat, undirvísing og umsorgan.  Eitt tilboð, sum hevur avgerandi týdning fyri trivnaðin og menningina og ikki minst, framtíðina hjá hesum børnum. Mong av hesum børnum hava ikki gingið í skúla í fleiri ár vegna kríggj í heimlandinum og líka nógv børn líða undir ógvusligum sálarligum trýsti, ið tørvar viðgerð.

 

Í stuttari viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri í P/F Bakkafrost, at børnini eru framtíðin í einum samfelag, og ein barndómur í tryggum og friðarligum umhvørvi, har umsorgan og skúlagongd eru í hásæti, átti at verið ein sjálvsagdur mannarættur. Vit hava stóran samhug við sýrisku børnunum, ið eru ein heilt ósekur partur av krígnum í heimlandinum. Tey missa tann trygga og sorgleysa barndómin, ið vit øll ynskja fyri okkara børn.

 

“Á Bakkafrost eru vit fegin um møguleikan at stuðla barnahjálparfelagsskapinum UNICEF. UNICEF er ein altjóða viðurkendur felagsskapur undir Sameindu Tjóðum (ST), sum stuðlar børnum kring allan heimin, ið eru í neyð. Vit kenna okkum trygg, at stuðulin verður nýttur til frama fyri sýrisku børnini í og uttanfyri flóttarfólkalegur í Jordan”, sigur Regin Jacobsen um stuðulin frá P/F Bakkafrost.

 

Aðalstjórin hjá UNICEF Danmark, Steen M. Andersen, sigur, at holdligu og sálarligu avleiðingarnar fyri børnini úr Sýria kunnu ikki loysast, um vit ikki seta alt inn fyri at hjálpa. Stuðulin úr Føroyum hevur alstóran týdning í hesum átaki.

 

Hann sigur, at hesar báðar stóru stuðulsupphæddirnar úr Føroyum, ið sum sagt fara óskerdar til kreppurakt børn úr Sýria, er eitt úrslit av samstarvi millum UNICEF og Business-line, har Finnur Sivertsen hevur verið føroyskur samskipari.  Arbeitt verður í løtuni við at stovna eina føroyska UNICEF-deild, sigur Steen M. Andersen.

 

- Tað fer at merkja, at føroyskar fyritøkur og onnur, ið ynskja at stuðla heimsins børnum í neyð, fara at finna eitt staðbundið føroyskt umboð fyri UNICEF – heimsins størsta barnahjálparfelagsskap.

 

Steen M. Andersen, aðalskrivari í UNICEF Danmark ynskir at takka Føroya Landsstýri og P/F Bakkafrost fyri henda sera týdningarmikla stuðul til kreppuraktu børnini úr Sýria.  Hetta hevur størri týdning enn vit dagliga geva okkum far um, sigur danski aðalskrivarin hjá UNICEF.

 

Meira er at lesa um málið í mikudags-Sosialinum, sum fæst í blaðsølum í Havn í kvøld og sum verður borin kring landið í morgin. Blaðið kann keypast teldutøkt á sos.fo