Seinastu hagtølini frá Hagstovuni vísa, at lønarútgjaldingarnar í Føroyum eru vaksnar við nærum hálvari milliard seinastu 10 árini. Fyrsta ársfjórðing í 2005 vóru lønarútreiðslurnar 1,47 milliardir krónur, meðan tær í 2015 vóru voksnar til 1,959 milliardir krónur.
Hagstovan vísir á, at trendurin í lønarútgjaldingunum heldur á, eins og hann hevur gjørt seinastu tvey árini, at vaksa. Talan hevur verið um nærum støðugan vøkstur síðani 2005, tó vísir trendurin eitt lítið knekk í 2008 og 2009, tá ein lítil niðurgongd var, samstundis sum fíggjarkreppan herjaði um allan heimin.
Hagstovan vísir eisini á, at vøksturin í lønarútgjaldinum seinasta árið, síðani fyrsta ársfjórðing í 2014, er á 7,5 prosent, ella 136 milliónir krónur.